«Frá Klaksvíkar Sjónleikarfelag. Útselt er til eykasýningina á Oyrabakka mikukvøldið. Tí verður ein eykasýning afturat klokkan 22.00.«
Ikki aftur nú. Lýsingin í Útvarpinum á middegi mánadagin ljóðaði sum eitt ekkó frá seinastu viku. Eykasýningar á Oyrabakka. Og so útselt.
Men tað var ikki en vilst lýsing, sum varð smoygt niður yvir høvdið á útvarpslutarunum í bestu matartíð.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag spældi mikukvøldið seinastu eykasýningarnar av Seks í pyjamas, sum hevur verið sýndur kring landið seinastu vikurnar.
Tað byrjaði í Klaksvík, undirtøkan var sera góð, síðani var farið til Havnar, Oyrabakka og Hvalba, og allastaðni streymaðu fólk til leikin, sum frá byrjan fekk góð skoðsmál í bløðunum.
Fólk vilja út
Her í blaðnum var leikurin kallaður nakað av tí besta, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag nakrantíð hevur spælt, og tað skuldi vísa seg, at tað vóru tað eisini nógv fólk, sum hildu.
Í øllum førðum møttu fólk, sum ongantíð áður, upp til leikin, og nú klaksvíkingar eru lidnir at spæla leikin, er hann best vitjaði leikurin hjá felagnum nakrantíð. Eini 4200 fólk hava sæð leikin.
Tá tosað verður um føroyskt met, kemur Seks í pyjamas ikki rættiliga í nánd av teimum størstu, sum millum annað eru leikurin um Kardamummubýin.
Men stóra undirtøkan fyri Seks í pyjamas hendir í eini tíð, har tilboðini um undirhald eru fleiri og meira fjølbroytt enn nakrantíð. Internetið , teldur og fylgisveinasjónarp hava skapt óteljandi møguleikar fyri at stytta sær um stundir, men hóast tað er tað ein ørgrynna av fólki, sum fegið vil hyggja eftir sjónleiki.
? Hetta vísir væl, at fólk framvegis hava hug at koma út millum fólk. Tey tíma ikki bara at sita heima og kúra. Tey vilja eisini út at hugna sær, og til dømis flenna eftir einum sjónleiki, sigur Adelborg Linklett, sum er ein av leikarunum í Seks í pyjamas, og sum hevur drúgvar royndir sum sjónleikari.
Heilt serstakt
Adelborg Linklett hevur leiklutin sum tænastukvinnan í Seks í pyjamas, sum fær sum mest burtur úr fløktu støðu, sum uppstendur, tá harrin í húsinum roynir at fjala út yvir, at elskarinda hansara kemur á vitjan.
? Tað er ótrúliga stuttligt at spæla, tá salurin er fullur og fólk rættiliga liva við í leikinum, sigur Adelborg Linklett.
? Tað hevur gingið fantastiska væl við hesum leikinun, og eg havi ikki upplivað slíka undirtøku áður.
Hon hevur onga einfalda frágreiðing upp á, hvat tað er sum ger, at leikurin hevur verið so væl vitjaður.
? Vit hugsa eisini um, hvussu tað kann bera til. Men kanska er tað tí, at leikurin er stuttligur, fløkjaligur og væl skrivaður, og so vóni eg eisini, at tað er tí, at vit spæla væl, sigur hon.
? Vit eru seks leikarar í leikinum, og tá tað eru so fáir leikarar á pallinum, ber tað rættiliga væl til at fáa alt at sita sum tað skal. Og tað er neyðugt, um hesin leikurin skal rigga, tí tað gongur skjótt fyri seg, og tað hendir nógv allatíðina.
Adelborg sigur, at øll fólkini, sum hava verið til leikin, hava dámt hann sera væl, og tað hevur sjálvandi gjørt sítt til, at onnur fólk eisini eru farin at hyggja.
? Summi, sum hava keypt atgongumerki, hava sagt, at tey hava hoyrt at leikurin skal vera so øðiliga skemtiligur, og tí skulu tey eisini hyggja.
Eftir at Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur spælt leikin í einar tveir mánaðir, eru tey nú givin. Fyribils í hvussu so er. Norðoyastevnuteitið skal nú venjast, og onkur av teimum, sum er við í Seks í pyjamas, skal eisini spæla teitið.
? Men kanska verður hann tikin uppaftur seinni, tað er ikki óvist, men tað fáa vit at síggja, sigur Adelborg Linklett.