– Er tað ikki flott av einum manni, spurdi hann skemtandi, tá vit hittu hann uttan fyri løgtingið, beint undan at tingmanningin fór at atkvøða um hetta sama evni. Stutt framman undan hevði hann handað undirskriftirnar inni í tinginum, og vit spurdu Dánjal Petersen hvat hann roknaði við, at úrslitið fór at vera í dag.
– Eg tori ikki at siga tað við vissu, men eg rokni við at uppskotið fellur við einum teprum meiriluta, var hansara meting.
Tað var so ikki støðan í dag, men møguliga fær Dánjal Petersen rætt til triðju viðgerð.