Fríggjadagin fingu 36 lærarar prógv á læraraútbúgvingini, 12 menn og 24 kvinnur.
Tað skrivar Skúlablaðið.
Síðan læraraútbúgvingin varð skipað sum B.Ed. á Námsvísindadeildini í 2012, hava 438 lokið prógv sum fólkaskúlalærari, 133 menn og 305 kvinnur. Tað svarar til 30 prosent menn og 70 prosent kvinnur, og býtið av monnum og kvinnum samsvarar við býtið í fólkaskúlanum, har ein uppteljing í 2023 vísti, at av lærarunum í fólkaskúlanum vóru 28 prosent menn og 72 prosent kvinnur.
Aftrat teimum, sum verða útbúgvin sum lærari á Námsvísindadeildini, verða nøkur eisini útbúgvin sum lærari í Danmark, umleið fimm á hvørjum ári.
– Í Føroyum eru vit í tí góðu støðu, at vit útbúgva nóg nógvar lærarar til fólkaskúlan. Saman við Finnlandi eru Føroyar einasta Norðurlandið, sum hevur nóg nógvar útbúnar lærarar. Felags fyri hini Norðurlondini er, at tey útbúgva ov fáar lærarar til fólkaskúlan, og tey hava eisini ilt við at fáa nóg nógvar umsóknir til læraraútbúgvingina, skrivar Skúlablaðið.