Noreg: Bólkurin av teimum ið ivast og teimum sum siga seg vera ikki-trúgvandi, er so líðandi vorðin eins stórur – ávikavist 29 og 27 prosent.
Hetta vísir kanningin, har tey 1000 spurdu skuldu svara spurninginum: “Trýrt tú ella trýrt tú ikki á Gud, ella ert tú í iva?”
Samstundis vísti kanningin, at tað bert eru 34 prosent av teimum spurdu sum trúgva uppá eitt lív eftir deyðan, meðan 38 prosent trúgva ikki uppá eitt lív hinumegin, meðan 28 prosent ivast.
Páskaboðskapurin, sum sigur at Jesus reis úr deyða, trúgva bert 30 prosent uppá, vísir kanningin sum Respons hevur gjørt fyri norska blaðið Aftenposten. 38 prosent siga, at tey ikki trúgva hesi hending.
- Tað er ein gongd í Vesturheiminum at parturin av teimum religiøsu minkar. Bólkurin av teimum sum trúgva eitt lítið sindur veksur nakað, meðan bólkurin av teimum sum trúgva er minkandi, sigur granskingarleiðarin Hans Stifoss-Hansen í Stiftelsen Kirkeforskning.
Sambært Stifoss-Hansen brúka mong tey kristnu ritualini, men siga seg kortini ivast í kristindóminum ella trúgva bert eitt lítið sindur.