30 av teimum 45 londunum hava sambært Colin Powell, uttanríkisráðharra boðið sær til at hjálpa amerikanska hervaldinum á ymsan hátt. Eitt nú hava summi lond játtað amerikanskum stríðsflogførum at flúgva í teirra luftrúmi, onnur hava játtað hjálp til flutning, og uppaftur onnur hava játtað at senda herfólk ella útgerð til økið við Persaflógvan.
Hini 15 londini, sum hava játtað at stuðla USA í álopinum, hava biðið um at vera ónevnd fyribils. Hvørji tey eru, verður almannakunngjørt, tá tíðin er búgvin til tess, sigur Colin Powell.
Tey 30 londini, sum sambært Powell stuðla álopinum beinleiðis ella óbeinleiðis, eru Afghanistan, Albania, Aserbajdjan, Bretland, Bulgaria, Colombia, Danmark, El Salvador, Eritrea, Etiopia, Filipsoyggjarnar, Georgia, Holland, Italia, Japan, Kekkia, Letland, Litava, Makedonia, Nicaragua, Póland, Rumenia, Slovakia, Suðurkorea, Turkaland, Ungarn og Usbekistan.
Frakland hevur verið harðasta mótstøðulandið ímóti einum álopi á Irak, men franski sendiharrin í Washington, Jean-David Levitte, segði við sjónvarpsstøðina CNN í gjár, at at Frakland fer at taka undir við álopi á Irak, um so er, at Saddam Hussein ger av at nýta evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn.
Levitte var franskur ST-sendiharri, til stjórnin í París gjørdi av at flyta hann úr New York til Washington í fjør. Hann verður roknaður sum ein, ið hevur stóra ávirkan á franskan uttanríkispolitikk.