4,5 milliónir fleiri til Skálafjørðin

Tær tríggjar kommunurnar kring Skálafjørðin hava higartil í ár fingið meiri inn í skatti enn í fjør

Inntøkurnar vaksa støðugt í teimum trimum kommununum kring Skálafjørðin. Felags fyri Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur er, at skattainntøkurnar fyrstu sjey mánaðirnar í ár var hægri, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør.

Í Nes kommunu var vøksturin í juli væl størri, enn hann annars hevur verið í ár. Fyrstu sjey mánaðirnar var inntøkan 712.186 krónur størri enn somu mánaðir í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 3,71 prosent. Í juli mánað varð vøksturin 284.659 krónur, sum svarar til 9,79 prosent!

Í Runavíkar kommunu er meirinntøkan higartil í ár 2.662.801 krónur, sum svarar til 4,09 prosent. Í juli var vøksturin 560.019 krónur ella 5,51 prosent.

Í Sjóvar kommunu hevur vøksturin higartil í ár verið tann lutfalsliga størsti á Skálafjørðinum. Sjey teir fyrstu mánaðirnar er inntøkan 1.388.687 krónur hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í juli royndist tað tó ikki so væl. Tá var inntøkan í Sjóvar kommunu 12.919 krónur ella 0,52 prosent lægri enn í juli í fjør.