Nýtt met er sett. Heta hendi, tá 450 guitaleikarar savnaðust, og saman leiktu lagið Highway To hell hjá rockbólkinum AC/DC.
Lagið er frá 1979 og er nú lagið, ið flest fólk hava spælt á el-guitar samstundis.
Hetta hendi við Sidney Guitarfestival tann 12. August, og The Choirboys stóðu á odda, tá spælt varð.
Fyri kortum setti 49 ára gamli Scott Burford annað met, tá hann leikti guitar út í eitt í 125 tímar. Hvønn tíma hevði hann steðg í 4 minuttir til hvílu og at fara á WC. Teir fimm dagarnar komu tónleikarar framvið, fyri at eggja honum til.
Bæði metini eru góðkend av Guinness World of Records.