49 fólk í Russlandi druknaðu uppá 24 tímar

7 børn vóru millum tey druknaðu

Tað skrivar tíðindastovan RIA Novosti.

 

Samband er helst millum hitabylgjuna í Russlandi í løtuni, og tey mongu deyðsføllini.

 

3. juli í ár vórðu 32,7 hitastig máld í Moskva, og so heitt hevur tað ikki verið í russiska høvuðsstaðnum síðani 1917. Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, heitti tí á borgarar í býnum um at ansa væl eftir sær í hitanum. Aðrastaðni í Russlandi fór hitin upp um 35 stig.

 

Eisini í USA er hitabylgja í løtuni. Amerikanski veðurstovnurin, National Weather Service, hevur ávarað um eina "vandamikla og søguliga hitabylgju" í útsynningspartinum av landinum fram til mikudagin.