5 av 38 hava útbúgving

Tølini hjá Anniku Olsen skulu takast við fyrivarni, sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

 

Í síðstu viku svaraði Annika Olsen spurningi frá løgtingskvinnu Rigmor Dam um, hvussu nógvar innan heimatænastuna hava útbúgving. Svarið var, at 52 % eru ófaklærdar.

í veruleikanum hava bert 4-5 av 38 heimahjálparum útbúgving innan heilsurøkt, sigur forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum.

Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at tað skal takast við fyrivarni tí talið av teimum við útbúgving umfatar eisini sjúkrarøktarfrøðingar í leiðsluni og tær, sum fara út til heimavitjan. Tað vil siga, tey ið eru sjúk og skulu hava heilivág.

Sostatt eru heimahjálpirnar, sum hava sína dagligu gongd hjá hjá teimum gomlu í nógv størri mun ófaklærdar og haraftrat eru tær ofta óroyndar, sigur Ása Holm.
 
- Tað eru tveir bólkar av ófaklærdum. Tað eru tær, sum eru upplærdar og hava nógvar royndir, og so eru tað tær, sum ”koma av gøtuni”, sum vit siga. Tað merkir, at tær hava ongar royndir innanfyri fakið, sigur hon.

Trupulleikin hevði verið loystur, um álitisfólkið hjá fakbólkinum hevði verið við til setanarsamrøðurnar, sigur Ása Holm.

- Tað vanliga er, at álitisfólkið hjá heilsuhjálparunum skal við, um ein heilsuhjálpari skal setast í starv. Men álitisfólkið hjá heilsuhjálparunum hevur ikki verið við til nakrar samrøður í langa tíð, so tað má merkja at størvini ikki eru lýst leys, sigur Ása Holm.

Helvtin av teimum ófaklærdu, sum eru innan økið, eru settar tey seinastu fýra árini.