50 ár síðan Taunus P6

Ein av bilunum sum kom á marknaðin fyri 50 árum síðan var Ford Taunus 12M P6. Bilurin avloysti Ford Taunus 12M P4 frá 1962.

 

Eins og forgangarin hevði hesin V4 motor. Talan var um ein 1,5 litra við 75 hk, sum koyrdi frá 0-80 km/t upp á 11 sekund, og toppferðin var 140 km/t. 

 

Fleiri av hesum bilunum koyrdu í Føroyum sum hýruvognar og privatbilar. Hesir vórðu eisini gjørdir sum Taunus 15 M, ið var ein fínari útgáva av sama bili við øðrvísi lyktum og kølaragittari framman eins og størri baklyktum.

 

Ford Taunus 12 M P4 vórðu framleiddir av Ford Motor Company í Týsklandi frá 1966 til 1970.