50 ár síðani eldgosið: Her stóðu nýggju húsini hjá okkum

– Vit høvdu búð í húsunum í umleið eitt ár. Hetta var um 02-tíðina um náttina, meðan vit lógu og svóvu. Tað var skiparin hjá mær sum ringdi. Hann byrjaði við at siga: »Róligur, róligur ...«

– Her stóðu húsini hjá okkum, sum fórust í eldgosinum. Nú liggja tey einar 30, 40 ella 50 metrar undir grótbræðingini, sigur sumbingurin í Vestmanna­ oyggjunum, Varnik Niclasson

(Hendan greinin stóð í Vikublaðnum 23. januar í 2017)

 

Eg visti slett ikki, hvat hann meinti við, men tá var tað farið at goysa. Skiparin bað okkum koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin. Tá vit hugdu út, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum, sigur 79 ára gamli sumbingurin í Vestmannaoyggjunum, Varnik Niclasson

 

Tá Vikublaðið vitjaði í Íslandi í heyst, vitjaðu vit eisini ein dag í Vestmannaoyggjunum. Hetta var ein góður og sera hugnaligur dagur, har vit hittu føroysku hjúnini, Varnik Niclason úr Sumba og konu hansara, Marionnu, ættað frá Gjógv.

 

Hon fór til Íslands at arbeiða, og hann fór yvir at royna eydnuna sum fiskimaður. Tey hvørki kendust ella vistu av hvørjum øðrum, fyrr enn tey blaðung ein dag møttust mitt úti á vegnum í Vestmannaoyggjunum og hava verið saman síðan.

 

Tá vit sita við borðið í hugnaligu húsunum hjá teimum við góðum kaffi og køkum, sigur Marianna, at mamma hennara doyði, tá hon bert var ein stór smágenta.

 

– Mamma doyði frá mær og systkj­ um mínum, tá eg var 10 ára gomul. Hon doyði barsilssong, og barnið livdi. Pápi mín, Sivar Joensen, var jarn­ smiðjur og hevði smiðju við síðuna av húsunum hjá okkum. Tey søgdu við meg, at »nú mást tú eiga barnið...«

 

Tað skilst á Marionnu, sum í dag er 82 ára gomul, at hetta var ein tung tíð, og tað var ein tung tíð, sum lá fyri framman hjá familjuni við Gjógv.

Tá Marianna var vorðin tilkomin, gjørdist hon so spent eftir at sleppa til Íslands at arbeiða.

– Tað var okkurt, sum dró meg til Íslands, og eg vildi bara sleppa yvir hagar. Hví so var, dugi eg ikki at siga, men eg kendi ongan har yviri. Tá var eg 21 ára gomul og hevði hildið hús við pápa og systkjum mínum í fleiri ár.

 

##med2##

 

Varnik, sum nærkaðist teimum 80, tá vit hittu tey bæði, kemur nú upp í prátið og sigur, at Marianna fyrst arbeiddi í Reykjavík í eina stutta tíð, áðrenn hon fyrstu ferð kom í Vest­mannaoyggjarnar.

 

– Hon kom higar saman við ein­ ari íslendskari vinkonu, sum hon arbeiddi saman við í Reykjavík. Eg haldi, at vinkonan hevði skyldfólk í Vestmannaoyggjunum. Hetta var ein summardag í besta veðri. Eg haldi, at tað var ein sunnudag, og eg minnist ikki rættiliga, um tær steðgaðu her í ein ella tveir dagar. Tað var, meðan tær báðar vóru her, at vit møttust, og vit hava, sum Marianna sjálv segði, verið saman síðan. Á stutta steðgin­um, fann hon sær eisini arbeiði her. Hon segði arbeiðið upp í Reykjavík og kom higar at búgva.

 

Byrjaði sum flekjari

 

Men, hvat var tað, sum førdi Varnik sjálvan til Íslands, og hvussu byrjaði ævintýrið hjá honum í Íslandi?

 

– Eg byrjaði at sigla sum 13 ára gamal, og eg hevði longu sum 17 ára gamal verið fýra summar við slupp undir Føroyum. Vit royndu eftir sild norðan fyri og saltaðu umborð. Um heystið í 1963, tá eg just var komin aftur av skipi, var lýsing í føroysku bløðunum, har íslendskt felag søkti eftir royndum flekjarum til trolarar.

 

Hann sigur, at teir vóru fimm ung­ ir dreingir úr Sumba, sum fóru til Ís­ lands, og sjálvur var hann 17 ára gamal.

 

– Minnist eg rætt, fóru vit yvir í november mánaða í 1963. Vit komu umborð á ein ringan trolara, og vit tjentu einki. Millum jól og nýggjárs vóru allir trolararnir inni. Ein dagin, eg vitjaði inni hjá Frelsunarherinum í Reykjavík, kom eg í prát við stýrimann og bátsman á einum trolara, sum kallaðist Mars. Reiðaríið átti tá tríggjar trolarar, Mars, Neptunus og Uranus, og hetta vóru allir roktrolarar.

 

Varnik sigur, at teimum vantaðu flekjarar umborð á Mars, og allir sumbingarnir sluppu við.

 

– Hetta var ein síðutrolari. Vit fiskaðu um náttina og lógu stillir um dagin. Um náttina varð blóðgað og syrgt fyri, at trolið kom útaftur. Um morgnarnar var dekkið fult av stórum toski og upsa. Tá flaktu vit allir, eisini maskinmeistari og kokkur. Slíkar dag­ ar stóðu einir 12 mans og flaktu. Vit fiskaðu á Selvágsbankanum, og alt var stórur og góður fiskur. Tá tað gekk best, mundu vit fáa eini 300 tons í saltfiski í lastina eftir einari viku.

 

Hann sigur, at um summarið vóru nógv færri mans umborð á trolarunum, tí tá vóru teir á ísfiskaveiði, og tá var ikki brúk fyri flekjarunum.

 

– Áðrenn eg fór heim til Føroya aftur hetta árið, var eg eitt nú við sildabáti av Akranesi. Vit fiskaðu á Norðurlandinum, men tað gekk einki serligt.

 

Varnik sigur, at tá hann kom heim til Føroya um heystið, hevði hann 18.000 krónur í hondini.

 

– Heimkomin fór eg inn í Føroya Banka at seta pengarnar inn. Tað var ein ung genta, sum tók ímóti mær í bankanum, og eg minnist, at hon rádnaði, tá hon sá allar pengarnar, eg hevði við mær.

 

Hann vísir á, at um hetta mundið vóru línubátarnir byrjaði í Føroyum, og tá var ein góð ársløn einar 5000­-6000 krónur um árið.

 

– So góð var fortjenasta í Íslandi um hetta mundið í mun til í Føroyum, leggur Varnik aftrat.

 

##med3##

 

Fór aftur til Íslands

 

Í januar í 1965 fór Varnik Niclasson yvir aftur í Vestmannaoyggjarnar. Hann hevði ongan skipskjans, tá hann fór, men tað var nógv arbeiði í oyggj­ unum um hetta mundið.

 

– Tað vóru einir 100 bátar her tá, men flestu bátar vóru mannaðir, og tí gekk tað eitt sindur striltið at fáa kjans, men tað eydnaðist til endans. Eg fekk kjans við einum snurriváðsbáti. Vit vóru fýra føroyingar við bátinum, og vit gjørdu tað heilt einastandandi gott. Skiparin var íslendingur. Vertíðin byrjaði í januar og vardi til mai. Vit gjørdust nógv besti bátur í oyggjunum hesa vertíðina.

 

Hann sigur, at árið eftir hevði skip­arin ein størri bát, og tá fóru teir eisini at salta umborð. Varnik var í eini trý ár við hesum bátinum, og tað gekk óføra væl.

 

– Eftir hesi árini fór eg við einum 95 tons stórum stálbáti, sum kom úr Eysturtýsklandi. Tá báturin kom, fór eg oman á bryggjuna við Marionnu at vísa henni hetta stásiliga fiski­ far. Hetta var eftir tátíðini ein væl­ útgjørdur bátur, og hann hevði eisini radara. Tað høvdu hinir ikki, sum eg hevði verið við.

 

Varnik vísir á, at ein maður av Bakkafjørðinum, sum hevði siglt sam­an við hesum skiparanum í eini 10 ár, var farin av. Hann ynskti at vera heima hjá mammu síni, sum var vorðin sjúk.

 

– Skiparin stóð nú knappliga og vantaði ein mann. Hann kom yvir til mín og bjóðaði mær kjans, og eg tók av. Hetta var ein rættiligur rokskipari, og eg var saman við honum í eini sjey ár, leggur hann aftrat.

 

Aftur til Marionnu

 

Meðan vit sita og skifta orð aftur við kaffi og góðum køkum inni hjá Varnik og Marionu, sigur fryntligi sumbing­ urin, at hann og Marianna møttust í Vestmannaoyggjunum umleið eitt ár eftir, at hann var komin til oyggjarnar.

 

– Eftir at vit vóru komin saman, giftust og høvdu fingið børn, vóru vit ikki nógv heima í Føroyum, men Marianna fór av og á heim til Føroya við børnunum. Meðan hon einaferð var í Føroyum, og eg var til skips í Íslandi, møtti hon einum sumbingi í Havn. Hesin segði, at hann skuldi yvir til Íslands við bátinum Óla Horn úr Vági at taka agn á Seyðisfjørðinum, og síðan skuldu teir til Grønlands at fiska. Kona mín spurdi nú, um hon kundi sleppa við til Íslands. Jú, tað kundu hon og børnini saktans.

 

Varnik vísir á, at kona hansara tá slett ikki hevði hugsað um, hvar Seyðisfjørður liggur í mun til Vest­mannaoyggjarnar, men hon vildi bara sleppa til Íslands.

 

Marianna leggur nú upp í prátið aftur og sigur, at alt gekk væl á ferðini yvir til Íslands við Óla Horn, og veðrið var gott.

 

– Eg havi ongantíð havt sjóverk, og tað gekk væl við børnunum eisini. Onkra løtu spældu tey niðri á dekk­ inum á bátinum. Eg vildi bara sleppa aftur til Íslands, og tí tók eg henda møguleikan við Óla Horn, sigur Mari­ anna.

 

Varnik sigur, at tað tekur stívliga eitt samdøgur at sigla av Seyðisfirði til Vestmannaoyggjarnar.

 

– Men, tað var so heppið, at júst um hetta mundið, sum Óli Horn var á veg til Íslands, og kona mín og børn vóru við, ætlaði skiparin hjá mær sær heim. Vit vóru júst um hesar leiðir, og skiparin hjá mær vildi bíða eftir, at Óli Horn skuldi koma. Tá báturin við konu og børnum mínum kom til Seyðisfjarðar, løgdu vit uttan á skipið og tóku tey umborð hjá okkum.

 

Hesi árini, meðan børnini vóru smá og vuksu til, var Marianna ofta um sumrarnar heima í Føroyum við børnunum, men tað var langt ímillum, at Varnik vitjaði, tí hann var fyri tað mesta til skips.

 

Varnik sigldi í tilsamans 54 ár. Tey seinastu nógvu árini sum bátsmaður við einum av bestu trolarunum í oyggjunum. Tá hann gavst at sigla eftir hesi mongu ár, fór hann í land at smíða.

 

– Mær hevur altíð dámað væl at smíða, og eg havi smíðað nógv her inni hjá okkum sjálvum.

 

Marianna leggur nú aftrat, at Varnik ofta smíðaði millum túrar, og tá høvið beyðst annars, og eftir at hann legðist uppi, fór hann at smíða burturav.

 

Varnik sigur, at hann og konan eiga eini summarhús inni á meginlandinum, sum liggja beint oman fyri Selfoss, og her dámar honum eisini væl at stákast við ymiskt fyrifallandi.

 

Í sínum arbeiðslívi var Marianna í fleiri ár í einum toyhandli í Vest­mannaoyggjunum, og hon arbeiddi eisini nógv ár í fiski, sum henni dámdi ógvuliga væl.

 

##med4##

 

Húsini fóru í gosinum

 

Fyrstu húsini, sum hjúnini áttu í Vest­ mannaoyggjunum, vóru eini gomul hús, sum stóðu mitt í býnum. Tað gekk so væl at fiska um hetta mundið, at Varnik tjenti og betalti húsini eftir tveimum árum. Her búðu tey í eini 4­5 ár.

 

Varnik og Marianna høvdu júst bygt sær nýggj hús, tá tað fór at goysa í Vestmannaoyggjunum minniligu vetrarnáttina hin 23. januar í 1973.

 

– Vit høvdu búð í nýggju húsunum í umleið eitt ár, og her hevði eg eisini smíðað nokso nógv sjálvur. Tað byrjaði at goysa um 02­tíðina um náttina, meðan vit lógu og svóvu. Tað var skiparin hjá mær, sum ringdi. Hann var vanur at ringja, og onkuntíð kom fyri, at hann purraði meg út. Hesa náttina í 1973 sigur hann beinanvegin: »Róligur, róligur...« Eg visti slett ikki, hvat hann meinti við, men tá var tað rættiliga farið at goysa. Marianna og eg vóru heima við børnunum, og vit lógu øll og svóvu, tá skiparin ringdi. Skiparin bað okkum koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin, og vit fingu at kalla einki við okkum, kanska eitt sindur klæðum til børnini. Tá sonur okkara kom upp hesa nátt­ ina, helt hann, at hann skuldi í skúla, sigur Varnik brosandi.

 

Tá hjúnini hugdu út og sóu, hvussu vorðið var, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum.

 

– Hetta sá út sum eitt snarlás, sum mikil eldur kom upp úr.

 

Varnik sigur, at tey slett ikki høvdu roknað við hesum, men um kvøldið hevði verið ein pinkalítil jarðskjálvti, sum tey ikki hugsaðu stórvegis um.

 

– Eg haldi ikki yvirhøvur, at tað var nakar panikkur at snakka um hesa náttina. Alt fólkið í býnum fór oman í havnina. Tað vóru ikki so nógvir bilar

 

tá sum nú. Tað vóru mest reiðarar og onnur, ið tjentu nógvar pengar, sum áttu bilar. So, tey flestu fóru til gongu oman í havnina.

 

Hann sigur, at allir bátarnir í Vest­ mannaoyggjunum og eisini bátar innan av meginlandinum sigldu við fólki inn til Torlakshøfn og Grindavík. Tað vóru eisini bátar, sum sigldu fleiri túrar við fólki.

 

– Eftir eldgosið arbeiddu vit, ið sigldu við skipinum, sum eg var við, í ein hálvan mánaða við at bjarga ym­ iskum út úr húsunum, sum komandi var til. Vit pakkaðu niður og syrgdu fyri, at fólk fingu tað, tey áttu.

 

Beint eftir eldgosið, og meðan fólk enn vóru í gongd við at bjarga ymisk­ um, sum bjargast kundi, fór Marianna at arbeiða á hotellinum í oyggjunum.

 

– Tað var løgreglan, sum tá búði á hotellinum. Marianna varð sett niður í kjallaran at vaska toy fyri løgregluna, og har var alt fult av gassi.

 

Varnik og Marianna siga, at har, sum hús teirra stóðu í eldgosinum, eru eingi hús í dag. Tey liggja langt undir grótbræðingini, kanska einar 30, 40 ella 50 metrar niðri.

 

– Kirkjan í Vestmannaoyggjunum fór næstan undir í øsku og ikki av sjálvari grótbræðingini. Øska kom yvir allan býin.

 

Eftir eldgosið í Vestmannaoyggj­ unum, tá føroysku hjúnini høvdu mist húsini og alt tey áttu, fóru tey til Grindavíkar at búgva.

 

– Vit fingu nýggj hús í Grindavík, og eg fekk eisini tjans við einum góðum báti har. Vit búðu bara nakrar mánaðir í Grindavík. Marionnu dámdi slett ikki at vera har, og bæði vildu vit sleppa heim aftur til Vestmannaoyggjarnar.

 

Tá tey komu aftur til oyggjarnar, bygdu tey sær eini onnur hús, men tey húsini eiga hjúnini ikki longur.

 

– Marianna fekk trupulleikar við knøunum og húsini, vit búðu í, vóru ikki serliga væl egnaði til hana, tí her vóru trappur. Tí fóru vit fyri nøkrum árum síðan í skifti við ein mann, har hann fekk okkara hús, og vit fingu húsini hjá honum.

 

Varnik Niclasson sigur, at einki hevur verið at merkt til nakað eldgos aftur í oyggjunum, og her hava ongar ristingar verið at snakka um.

 

Eini 350-­400 hús vórðu løgd í oyði í herviliga eldgosinum í 1973.

 

– Her stóðu húsini hjá okkum, sum fórust í eldgosinum. Nú liggja tey einar 30, 40 ella 50 metrar undir grótbræðingini, sigur sumbingurin í Vestmanna­ oyggjunum, Varnik Niclasson

Varnik Niclasson dugir sera væl til hendurnar, tó at hann ikki er útbúgvin timburmaður. Hann hevur pyntað nógv kring húsini, ið eisini hava vunnið heiðursløn sum snøggastu hús í Vestmannaoyggjunum

Hon er frá Gjógv, og hann er úr Sumba. Tey møttust fyrstu ferð í Vestmannaoyggjunum sum ung, og tey hava verið saman síðan. Tá hann er úti og ringir til hennara, snakka tey íslendsk saman

Ógvusliga eldgosið í Vestmannaoyggjunum byrjaði mitt á nátt hin 23. januar í 1973, og 350-400 hús vórðu løgd í oyði