Á seinasta býráðsfundi í Tórshavnar kommunu varð samtykt at bøta um viðurskiftini at parkera við fótbóltsvøllin á Argjum, skrivar torshavn.fo Farið verður í næstum undir at bøta um parkeringsviðurskiftini við fótbóltsvøllin á Argjum.
Tá dystir eru, hava bilar staðið aðrastaðni enn við sjálvan vøllin, tí ov fá pláss eru við vøllin. Tað hevur so viðhvørt gjørt, at grannarnir hava havt ampa av hesum.
Á seinasta býráðsfundi í Tórshavnar kommunu varð samtykt at bøta um viðurskiftini at parkera við fótbóltsvøllin á Argjum.
Pengar eru settir av til at gera fleiri parkeringspláss, og farið verður undir arbeiðið í næstu viku. Roknað verður við, at játtanin røkkur til út móti hálvthundrað parkeringsplássum, sum skulu gerast niðan fyri vøllin. Hetta er tó ikki nokk, tí roknast kann við væl meira ferðslu, nú AB fer at spæla í Formuladeildini í ár, skrivar kommmunan á heimasíðu síni.