Nepal
Nógvir andstøðupolitikarar í Nepal fjala seg, eftir at Gyanendra kongur hevur koyrt stjórnina frá og sett seg sjálvan til stjórnarleiðara.
Ein av andstøðupolitikarunum segði við AP-tíðindastovuna í gjár, at umleið 50 andstøðupolitikarar eru tiknir og settir í varðhald. Aðrir royna at fjala seg, tí tað ljóðar, at løgreglan og herurin hava fingið boð um at taka teir eisini.
Gyanendra kongur kunngjørdi í einari sjónvarpsrøðu, at hann hevði gjørt av at koyra stjórnina frá, tí hon er ikki før fyri at loysa fólksins trupulleikar, sum hann tók til. Ístaðin hevði hann skipað eina stjórn við tíggju limum og sær sjálvum sum forsætisráðhara.
Tíðindastovur, sum hava fólk í nepalska høvuðsstaðnum Katmandu, væntaðu mótmælisgongur í gjár, men myndir úr býnum hava víst, at løgreglan og herurin standa tilbúgvin. Annars er tað at kalla ómøguligt at fáa upplýsingar um støðuna í landinum, tí myndugleikarnir hava slitið alt telefonsamband við umheimin, skrivar AP.
Fleiri lond hava fordømt avgerðina hjá nepalska konginum. Í grannalandinum India sigur stjórnin, at avgerðin er ein álvarsom hóttan ímóti demokratiinum og trygdini í landinum sum heild.