Bretskir miðlar skriva í dag, at Everton ætlar at bjóða teimum stóru av í Premier League í ár. Hetta skal millum annað gerast við, at keypa 21 ára gamla Richarlison fyri næstan 500 milliónir krónur.
Nýggjur venjari í felagnum er Marco Silva, sum í fjør var venjari hjá Watford, har Richarlison spælir. Watford keypti unga brasilska spælaran, fyri áleið 100 milliónir krónur undan farna kappingarári. Hann byrjaði væl og skoraði fimm mál í 12 teimum fyrstu dystunum, men meganði ikki at skora í seinnu hálvu.
Er hald í tølunum, sum eitt nú Liverpool Echo og Dailymail skriva, so er talan um ein vinning á næstan 400 milliónir krónur fyri Watford upp á eitt kappingarár.