5000 fólk vóru á Summarfestivalinum í gjárkvøldið. Fyrireikararnir vænta fleiri gestir í dag og í morgin.
Fyrireikararnir gjørdu hósmorgunin av, at tvær av framførslunum, sum skuldu verða í Flags-tjaldinum, skuldu flytast á stóra pall á Vágsbøi, tí roknað verður við góðum veðri og nógvum fólki.
- Hetta vísti seg at verða eitt gott hugskot. Framførslurnar hjá Glóð og Frændum savnaðu nógv fólk, siga fyrireikararnir.