Við nógv teimum flestu atkvøðunum reyk føroyska Sissal út úr eygleidda húsinum í Mileparkini í Keypmannahavn. Meira enn helvtin at teimum, sum høvdu atkvøtt, valdu at senda Sissal úr Big Brother húsinum hóskvøldið. Sissal fekk nevniliga 52% av atkvøðunum, heili 20% fleiri atkvøður enn sjeikurin, Robert, sum var næstur í røðini.
Sissal fekk 54 dagar inni í húsinum, og tá hugsað verður um, at tað bert eru smáar tvær vikur eftir til finaluna, so er tað ikki so heilt galið.
- Eg havi tað fínt. Eg visti tað altíð. Eg havi vitað tað alla vikuna, segði Sissal við Lisbeth Jannike, Big Brother vertin, beint eftir, at hon varð "leyslatin".
Føroyski luttakarin virkaði púra rólig og væl fyrireikað, í og við at hon varð send út úr húsinum. Og sjálvt um fólk blakaðu egg eftir henni, tá hon koyrdi framvið áskoðarunum, sum vóru komnir at fylgja við uttanfyri húsið, so nervaði hetta hana ikki tað stóra.
Gjørt nógv burturúr
Nógv varð gjørt burturúr, at parið, Sissal og Robert, vórðu tvey av teimum, sum kundu rúka út. TV Danmark 2 hevði fingið fatur á einum sexologi, sum millum annað segði, at Sissal var ein "drama-queen", "brokhoved" og ein, sum leggur alla ábyrgd frá sær. So skoðsmálið frá serfrøðinginum var ikki í topp.
Harafturat var útvarpsverturin, Kári Sólstein í sjónvarpsstudionum, har Lisbeth Jannike tosaði við hann um, hvussu Big Brother sendingin er móttikin í Føroyum.
Tað má sigast, at Sissal hevur verið ein av teimum persónunum, sum hevur gjørt mest um seg í húsinum. Longu fyrsta kvøldið pissaði hon á gólvið, og tá hon slapp at síggja eitt sam-ansett filmklipp av teimum 54 døgunum í húsinum, var hennara einasta viðmerking:
- So eg havi veruliga pissað á gólvið?
Tveir teir seinastu dagarnar hevur eisini verið tosað um giftarmál í eygleidda húsinum. Og tað skuldu sjálvandi verða Robert og Sissal, sum skuldu giftast. Big Brother kom enntá við tveimum trúlovilsisringum, um Robert vildi niður á knø.
Men Big Brother ævintýrið fyri føroysku Sissal er so úti á hesum sinni.
- Eg havi fingið nøkur fantastisk upplivilsir, og eg havi ongantíð angrað, at eg havi verið við, segði Sissal.
Eftir ætlan, so verður ein samrøða við Sissal við í blaðnum týsdagin.