5,4 fleiri ársverk eru í stjórnarráðunum

Tað sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður, í svari til Bárð Nielsen, formann Sambandsfloksins

Fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur sett løgmanni ein grein 52a fyrispurning, har hann vil hava greiðu á, hvussu nógv ársverk eru í teimum níggju stjórnarráðunum, í mun til tey sjey, ið vóru undir seinastu samgongu.

Tí hevur hann sett løgmanni soljóðandi fyrispurning:

1. Hvussu nógv ársverk eru í aðalráðunum í mun til fyri einum ári síðani?

2. Hvør er árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini við níggju aðalráðum í mun til, um tað framvegis vóru sjey aðalráð við eins nógvum ársverkum?

Í svarinum sigur løgmaður, at hann hevur biðið Fíggjarmálaráðið gera eina talvu við ársverkunum í miðfyrisitingini síðani 2021. Tølini eru úr Búskaparskipan Landsins.

##med2##

– Sum tað sæst í talvuni, so eru 5,4 ársverk fleiri higartil í 2024 enn í 2023, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

– Eg skal í hesum sambandi gera vart við, at eg í svari uppá fyrispurning 052/2022 frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni hin 17. januar 2023, havi upplýst, at ársverkini í stjórnarráðunum vóru 157 í 2022, meðan tað í uppgerðin fyri 2022 í hesum svari eru 128 ársverk.

– Munurin á 29 ársverk kemur av, at í svarinum frá 17. januar 2023 eru ársverkini samanborin aftur til 2015. Av somu orsøk eru bæði Undirvísingarstýrið

og Yrkisdepilin tald við, tí hesi í 2015 vóru ein partur av Mentamálaráðnum. Ársverkini fyri hesar báðar stovnarnar vóru 29 í 2022. Ávikavist 6 í Yrkisdeplinum og 23 í Undirvísingarstýrinum.

Til seinna spurningin sigur løgmaður at tá landsstýrið kom til í desember 2022, valdu tey politiskt at uppraðfesta nøkur øki. Millum annað útlendingamál, umhvørvismál og barnamál.

– Av somu orsøk var sett á stovn eitt Løgmálaráð, Umhvørvismálaráð og Barna- og útbúgvingarmálaráð. Hendan uppraðfesting merkir, at neyðugt hevur verið at seta fólk í starv at lyfta hesar uppraðfestu uppgávur.

– Um sæð verður burtur frá teimum starvsfólkum, sum eru sett afturat, tí at økið er uppraðfest, er meirkostnaðurin við at hava sjey aðalráð mótvegis nýggju aðalráð, í høvuðsheitum løn og eftirløn til tveir aðalstjórar og tveir skrivarar. Nakað av hesum hevur borðið til at fíggja innanfyri verandi játtan, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svarinum til Bárð á Steig Nielsen, formann Sambandsfloksins.