54 minuttir við Blair

Jóannes Eidesgaard var mikudagin saman við 20.000 øðrum á landsfundi hjá bretska arbeiðaraflokkinum, har hann millum annað fekk høvi at hoyra Tony Blair halda røðu.

Magnus Dam


Tá ið Jóannes Eidesgaard hóskvøldið helt røðu í Fólkatinginum, tók hann ikki eins og øll onnur støði í røðuni hjá forsætisráðharranum, Poul Nyrup Rasmussen, sum týsdagin hevði hildið seinastu setanarrøðuna í hesum valskeiðnum.

Jóannes Eidesgaard hoyrdi ikki røðuna hjá Nyrup týsdagin, tí tá lurtaði hann eftir einari aðrari røðu, sum ein annar forsætisráðharri helt. Hetta var í Brighton í Suðuronglandi, har Labour, bretski arbeiðaraflokkurin, helt sín árliga landsfund. Á røðarapallinum stóð bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, og helt røðu fyri teimum mongu túsund Labour-veljarunum, sum vóru komnir at hoyra oddamannin í Labour halda røðu.

Jóannes Eidesgaard var boðin til landsfundin hjá Labour, eftir at hann í fjør vitjaði á høvuðsskrivstovuni hjá flokkinum í London. Hann heldur tað vera sunt fyri Javnaðarflokkin at hava samband við aðrar flokkar enn bert teir norðurlendsku, sum gott samband altíð hevur verið við.


Annar heimur

At koma til landsfundin hjá Labour var sum at stíga inn í ein annan heim. Viðurskiftini eru so nógv størri og øðrvísi, enn tá Javnaðarflokkurin heldur landsfund í Føroyum, at hetta als ikki kann samanberast.

Ikki færri enn 20.000 fólk luttóku á landsfundinum, sum er ein samantvinning millum ein politiskan fund og eina sølustevnu. Privatar fyritøkur fíggja stóran part av tí, tað kostar at halda landsfundin, og afturfyri sleppa fyritøkurnar at vísa fram sínar vørur og tænastur. Har vóru teldur, heilivágur, bøkur og annað, og so tað politiska virksemið við smærri verkstøðum, spyrjitímum, har ráðharrar svara spurningum og ikki minst tann stóra høllin, har allir oddamenninir í Labour-flokkinum halda sínar røður.

Tað var í hesi høllini, at hæddarpunktið á túrinum skuldi finnast. Seinnapartin týsdagin sótu tey mongu fólkini spent og bíðaðu eftir, at Tony Blair skuldi koma á pallin. Bretski leiðarin, sum fyrr í ár vann stjórnarvaldið í enn eitt skeið, er væl umtóktur í sínum egna flokki, og hetta merktist týðuliga inni í salinum, sigur Jóannes Eidesgaard.


Bersøgin Blair

At síggja og hoyra Tony Blair standa á pallinum og halda eina røðu, sum vardi í 54 minuttir, var eitt stórt upplivilsi, og ikki minst inspirerandi.

- Hann helt eina sera góða, bersøgna og altjóðakenda røðu, sum fyri tað mesta snúði seg um yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington og stríðið, sum Bretland og USA nú standa á odda fyri ímóti yvirganginum. Men hann nam eisini við innlendis viðurskifti, vælferðarskipanina

- Tað var greitt, at hann segði tað, sum fólki vildi hava hann at siga, og tú merkti av álvara, at fólk taka undir við hansara boðskapi, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki kundi bæra sær við at endurgeva nakað av tí, sum Tony Blair segði, tá hann sjálvur helt røðu í Fólkatinginum hóskvøldið.

- Tað er greitt, at tú blívur inspireraður av einari sovorðnari røðu, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini nýtti stóran part av sínari talutíð í Fólkatinginum til at tosa um yvirgangin tann 11. september.


Hitti varaforsætisráðharran

Teir 54 minuttirnar, tað tók Tony Blair at halda sína røðu, vóru eisini teir einastu, sum fundarluttakararnir sóu nakað til forsætisráðharran. Hann hevur úr at gera við júst spurninginum um yvirgangin, og tí var hann skjótur avstað aftur.

Jóannes Eidesgaard hevur ongantíð hitt Tony Blair og hevði sjálvsagt vónað, at hetta skuldi gerast tann løtan. Tað gjørdi tað so ikki, men í staðin hitti formaðurin í Javnaðarflokkinum nummar tvey í bretsku stjórnini, John Prescott, varaforsætisráðharra.

Hetta var á einari samkomu eftir røðuna hjá Blair, og Prescott var rættiliga ovfarin av, at formaðurin í føroyska Javnaðarflokkinum var komin ta langu leið úr Føroyum til Brighton til landsfundin hjá Labour. John Prescott vísti seg at kenna ein heilan hóp til Føroya, og teir báðir fingu eitt lítið prát. Varaforsætisráðharrin er úr Hull, sum hevur havt nógv samband við Føroyar gjøgnum tíðina.

Um Jóannes Eidesgaard takkaði fyri innbjóðingina við at bjóða Tony Blair ella John Prescott til næsta landsfundin hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum, sigur søgan tó einki um.