Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Minni burðaravlop og minni nettoflyting minka um fólkavøksturin.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Seinasta árið var burðaravlopið 128 og nettoflytingin 152 fólk. Tilsamans gav tað ein fólkavøkstur á 280 fólk.
Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Færri fólk fluttu til og úr Føroyum. Tilflytingin minkaði tó meir enn fráflytingin minkaði, og samanlagt gjørdi tað nettoflytingina minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Burðaravlopið minkaði, tí nøkur færri vóru fødd og fleiri doyðu enn í undanfarna tíðarskeiði.
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendurin fyri føðitalið gevur ábending um, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið støðugt minkandi í longri tíð, hevur funnið eina meir støðuga legu enn frammanundan, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama.
Seinasta árið vaks fólkatalið í 19 av teimum 29 kommunum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar, Nes, Vága og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Toftum, í Hoyvík, í Saltangará og í Skálavík.
Fólkatalið minkaði í níggju kommunum og var óbroytt í einari. Størsta minking var í Eiðis, Vágs og Sunda kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. desember 2023 og 2024.