Dómsnevndin er liðug at meta um uppskotini, sum eru latin inn í stóru arkitektakappingini um miðbýin í Havn. Tí í dag klokkan 14 verður vinnarin avdúkaðu í samkomu á Müllers Pakkhúsi.
Vinnandi uppskotið fær 350.000 krónur. Uppskotið á øðrum plássi fær 150.000 krónur, og uppskotið á triðja plássi fær 75.000 krónur.
Sjey uppskot komu inn. Og nú eru fakdómararnir komnir til ein úrskurð, sum almenningurin fær innlit í, tá vinnandi uppskotið verður avdúkað í Müllers Pakkhúsi. Fakdómararnir eru Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr er eisini dómari. Og so hevur professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, eisini mett um uppskotini, sum eru komin inn.
Øll uppskotini eru latin inn av føroyskum arkitektum ella arkitektavirkjum. Uppskotini vísa á, hvussu ein skipað miðbýarmenning kann verða løgd til rættis. Umframt eina heildarætlan fyri miðbýarøkið leggja uppskotini serligan dent á økið kring Steinatún.
Av Tórshavnar kommunu siga teym at kappingin hevur stóran týdning fyri býin. Tí hevur kommunan lagt áherðslu á at fáa viðurkendar fakdómarar við nógvum royndum.
Fakdómararnir eru Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn. Føroyski arkitekturin Turið Mohr er eisini dómari. Og so metir professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, eisini um uppskotini, sum eru komin inn. Ellen Marie Braae hevur granskað innan býarskipan, og hevur drúgvar royndir sum dómari í arkitektakappingum.
Tað var í januar, at Tórshavnar kommuna skrivaði út arkitektakappingina. Allir arkitektar og øll arkitektavirki í Føroyum vórðu boðin at taka lut í kappingini.
Endamálið við arkitektakappingini er at menna høvuðsstaðin og tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina.
Skipað verður fyri almennari framsýning í Müllers Pakkhúsi við øllum uppskotunum. Framsýningin byrjar 27. mai og endar 9. juni.