Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt vísir, at ein meiriluti av veljarum ikki hevur lisið stevnuskráir hjá flokkunum, og bert fá lesa valgreinar
400 fólk í aldrinum 18 ár og eldri kring alt landið svaraðu kanningini, ið varð gjørd 31. august.
Hjá spyr.fo siga tey, at tað stóð onkustaðni, at fleiri enn 1000 valgreinar vóru útgivnar á lesarin.fo. Tað er ein øgilig rúgva av tilfari, sum veljarin hevur møguleika at lesa og vera ávirkaður av. Men hvussu nógv orkar ella tímir veljarin at lesa? Hetta hevur spyr.fo spurt 400 veljarar um.
– Fyrst spurdu vit, um fólk hava lisið stevnuskránna hjá nøkrum flokki. 58 prosent søgdu seg als ikki hava lisið nakra stevnuskrá. Av teimum 42 prosentunum, sum søgdu seg hava lisið onkra stevnuskrá hava 86 prosent lisið stevnuskránna hjá flokkinum, sum tey ætla sær at velja
Tá tað kemur til valgreinar, sum er tann klassiski mátin politikarar samskifta teirra boðskapir, sær út til, at nógv tilfar verður skrivað, men ikki lisið. Umleið 16 prosent siga seg als onga valgrein hava lisið í valstríðnum, meðan 36 prosent hava lisið 1-5 valgreinar.
Ein ávísur munur er á kvinnum og monnum, og eru tað menninir, ið lesa flest valgreinar. 22 prosent av monnunum siga seg hava lisið fleiri enn 20 valgreinar í valstríðnum.