588 mótmæli broyta onga avgerð

Hóast Ingun Gaardbo vegna ónøgdar eysturingar handaði vinnumálaráðharranum 588 mótmælisundirskriftir í sambandi við, at Skálafjarðasiglingin nú verður niðurløgd, so heldur Finnbogi Arge fast upp á, at hetta er rættasta loysnin fyri samfelagið

Stundisliga kom Finnbogi Arge, vinnumálaráðharri, út í móttøkuna í Tinganesi. Hann visti, at gestir bíðaðu. Orsøkin til hesa lítlu, improviseraðu samkomuna í gongini í Tinganesi var, at vinnumálaráðharrin hevur avgjørt at niðurleggja Skálafjarðarsiglingina.

Ingun Gaardbo, ið sjálv hvønn gerandisdag siglir av Toftum til Havnar at arbeiða, gjørdi vart við, at bara eftir einum kvøldi var tað eydnast at savna 588 undirskriftir. Og hesar skuldi Vinnumálaráðharrin fáa.

Hon duldi ikki fyri, at hetta kom óvart á tey, ið nýta rutuna hvønn dag, at farleiðin nú fer í søguna. Og tað ger heldur ikki støðuna lættari, at skotbráið er so stutt ? bert ein vika.

? Okkara arbeiðsdagur gerst tveir tímar longri, um vit skulu koyra við bussi. Hetta merkir, at rúgva av fólki skal leggja teirra lív um. Her hugsi eg serliga um mammur við børnum, har menninir kanska sigla úti, ið fáa ein stóran trupulleika, segði Ingun við Finnboga Arge.

Hon vísti eisini á, at eysturoyingar ikki kravdu tað stóra. Tey hava latið sær lyndað at sigla við eitt nú Pride. Tey hava funnið seg í einum lágum tænastustøði eisini.

? Vit krevja ikki Dúgvuna. Men vit ynskja, at henda leiðin heldur fram, segði Ingun Gaardbo, ið eisini hevði ilt við at trúgva tølunum, ið vístu, at undirskotið á rutuni í fjør var 1,8 milliónir krónur.

Finnbogi Arge takkaði fyri mótmælini. Segði, at hann var ikki glaður fyri at taka hesa avgerð. Men hann var sannførdur um, at hetta tænti landinum best.

? Avgerðin er endalig, legði Vinnumálaráðharrin dent á.

Hann vísti til, at endaligu tølini fyri 1997 vísa, at leiðin sjóvegis inn á Skálafjørðin gav eitt undirskot upp á 2,8 milliónir krónur.

? Og hálvársroknskapurin fyri í ár vísir eitt undirskot upp á 1,5 milliónir krónur, segði Finnbogi Arge.

Landsstýrismaðurin segði, at eysturingar hava framvegis eina bussleið. Og tá prátið kom inn á útjaðaraøkini, so segði landsstýrismaðurin, at hann metir Eysturoynna vera ein part av meginøkinum.