6 milliónir krónur til hjálparátøk í Ukraina og grannalondunum

Síðst í februar, stutt eftir at kreppan í Ukraina tók seg upp, sendi Reyði Krossur, við góðari hjálp frá føroyskum vinnulívi, 2 milliónir krónur til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalondunum.

 

Hetta skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.

 

Nú er avgerð tikin um at lata 4 milliónir afturat hesari upphædd til sama endamál. Sostatt hevur Reyði Krossur Føroya nú latið tilsamans 6 milliónir krónur til hjálparátøk í Ukraina. Hjálparátøkini fevna eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, heilsutænastur og sálarligan stuðul.

 

Peningurin kemur í stóran mun frá Stuðulskonsertini í mars, og er hetta tískil við góðum stuðli frá fólki og fyritøkum í Føroyum, at tað ber til at lata hesa upphæddina.

 

##med2##