6 nýggj nøvn á AME-skránni

Atlantic Music Event kunngjørdi í dag endaligu skránna fyri AME-Føroyar, ið verður hildið í Norðurlandahúsinum vikuskiftið 13. og 14. apríl. Samstundis varð kunngjørt, at enn ein danskur bólkur umframt fimm føroysk nøvn eru komin afturat á skránna. Tey føroysku nøvnini eru Eivør, Sic, Marius, Høgni Lisberg og Lena Andersen, danska navnið er bólkurin AVE úr Odense.

Hesi koma afturat skránni, ið frammanundan telur íslendsku Ampop, grønlendski Angu, svenska Molinder Band, norska Grand Island, donsku Die Dummen Dänen og føroysku Deja Vu, Gestir, 200.

Skráin er sostatt hendan:

 

Fríggjakvøld spæla

Jonas Molinder, Angu, Sic, 200, AVE, Gestir og Marius. Raðfylgjan er tilvildarlig

 

Leygarkvøldið spæla

Ampop, Eivør, Deja Vu, Høgni Lisberg, Grand Island, Lena Anderssen og Die Dummen Dänen. Raðfylgjan er tilvildarlig

 

Atgongumerki til tiltakið fáast til keyps á ame.fo, har ber eisini til at lesa um bólkarnar og um tiltakið annars.