6. oktober 1992: Níggju ár síðani búskaparliga kvørkratakið

Í dag eru liðin níggju ár síðani Sjóvinnubankin varð bjargaður undan húsagangi

 

BANKAKREPPAN


Fáur mundi gruna henda vakra týsmorgunin, hvussu stóran týdning hesin dagur fór at fáa fyri Føroya framtíð: Týsdagurin 6. oktober 1992.

Í Sjóvinnubankanum í Húsagøtu í Havn varð reikað fyri stórari móttøku, tí hendan dagin skuldi bankin hátíðarhalda seksti ára stovningardagin.

Ikki fyrr enn út á fyrrapartin gjørdist greitt, at Atli P. Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri ? sum púra óvitandi um álvarsomu støðuna vóru skræddir upp úr svøvni á nátt ? saman við banka- og sparikassastjóra og øðrum týdningarmiklum fólkum høvdu sitið í forsætismálaráðnum hjá Poul Schlüter og samráðst um at bjarga Sjóvinnubankanum, sum var komin í fíggjarligt óføri.

Skelkur

? Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað í gjár frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, skrivaði Sosialurin á forsíðuni dagin eftir, 7. oktober.

Í blaðnum eru eisini samrøður við fólk, sum í panikki tóku allar pengarnar út, sum tey áttu, av ótta fyri at missa alt. Um móttøkuna í sambandi við 60 ára stovningardagin skrivar blaðið, at har var dapur stemningur ? ikki heilt ólíkt ervi.

? Vit høvdu ætlað at havt eina stóra veitslu leygarkvøldið í badmintonhøllini fyri at halda 60 ára dagin, men hon verður helst av ongum, visti Edvard Heen, ein av hægstu monnum bankans, at siga.

Pest og kolera

Atli Dam og hinir í »samráðingarnevndini« høvdu tað helst ikki so lætt. Hann segði valið verða sum at velja millum pest og kolera. Hann legði dent á, at ein og hvør kundi ímyndað sær, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, um Sjóvinnubankin stongdi hendan dagin. Hann segði, at avtalan tí var neyðug. Hann var ikki nøgdur við alt í avtaluni, men hetta var so tað, sum í eini knappari vend varð møguligt at fáa upp at standa, segði hann.

Strong krøv

Avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina gekk m. a. út upp á, at Tjóðbankin skuldi tilføra Sjóvinnubankanum 500 milliónir krónur. Treytin var, at landsstýrið fylgdi eini fíggjarpolitiskari stabiliseringsætlan. Hendan ætlan skuldi gerast eftir altjóða reglum fyri endurreising, og hon skuldi gerast innan fimm mánaðir. Ætlanin skuldi gerast av óvildugum fíggjarserfrøðingum, sum skuldu verða læntir frá IMF, altjóða gjaldoyrafelagsskapinum.

Umframt tað, so var eitt krav, at javnvág skuldi verða á fíggjarlógini fyri 1993, og at landsstýrið skuldi hjálpa til við eini nýmótansgerð av føroysku vinnulívslógini, herundir eisini banka-, partafelags- og grannskoðaralógini.

Eginpeningurin í Sjóvinnubankanum varð við hesum niðurskrivaður frá 98 milliónum til 15 milliónir.

Skrædlaðir partaeigarar

Hóast bankin varð bjargaður, so var tað einki stuttligt at vera partaeigari ? í øllum førum ikki, um tú vart ein av teimum stóru. Sosialurin setti tað soleiðis upp:

? Fríggjadagin: Átti tú eitt partabræv í Sjóvinnubankanum upp á 1.000 krónur, so hevði tú kunna selt tað til kurs 430 fyri 4.300 krónur

? Týsdagin: Sama partabræv upp á 1.000 krónur kann nú seljast fyri 140 krónur, ella til kurs 14

? Fiskasølan og Tryggingarsambandið, teir størstu eigararnir í Sjóvinnubankanum, mistu ávikavist 100 og 125 milliónur í aktuellum søluvirði.

Hornasteinur ella?

Nógv orð eru síðani fallin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Til ber at siga, at 6. oktober 1992 er ein hornasteinur ? ikki bara í svárastu kreppu føroyinga í nýggjari tíð ? út frá honum skaptist nýggja politiska grundarlagið hjá einum flokki, sum frá at verða komin í eina »Gamla Sjálvstýri-støðu« í einum djúpum politiskum aldudali, nú er landsins størsti flokkur og hevur sett kós Føroya úr danska ríkinum.

Hóast kreppur og stríð síðani politiska floksbýtið millum sjálvstýri og samband í 1906 javnan hava ført til tjóðskaparligar rembingar, so tykist enn eingin eyðsædd loysn í ljósmála ? kanska tíðin er liðin ov langt frá 6. oktober 1992?