Myndugleikarnir í Papua Ný Guinea bera ótta fyri, at umleið 60 fólk hava latið lív í einum stórum skriðulopi nærhendis einum gassverki har suðuri í landinum. Bjargingarliðini hava funnið 40 lík, og umleið 20 fólk eru ikki komin afturíaftur.
Leiðarin fyri tilbúgvingini, Martin Mosi, sigur við tíðindastovurnar, at skriðulopið rakti eina bygd, men at enn er ov tíðliga at siga, hvussu mong fólk í bygdini eru deyð. Myndir, sum tyrlur hava tikið, vísa, at skriðulopið tók nógv hús við sær.
Skriðulopið hevur slitið vegasambandið, og tað darvar bjargingararbeiðinum. Samstundis siga myndugleikarnir, at vandi er fyri fleiri skriðulopum í økinum.