Í miðal eru tað næstan 60 føroyskar kvinnur, ið fáa fosturtøku í Danmark um árið. Tað vísa nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur fingið. Sambært almennu føroysku hagtølunum eru lutfalsliga nógv færri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku, enn kvinnur í grannalondunum.
Les eisini: Fleiri fosturtøkur í Føroyum nú enn hesi seinastu árini
Men hesi tøl eru skeiv. Veruligu føroysku fosturtøkutølini eru nógv hægri, enn vit hava hildið, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi í tíðindaskrivi. Nýggj hagtøl frá danska Heilsumálaráðnum, sum Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur fingið, vísa, at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark.
Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku. Tað merkir, at verður árið 2016 tikið sum dømi, fosturtøkutalið fyri hvørji 1000 livandi fødd, er ikki 39, sum almennu føroysku tølini siga, tí í veruleikanum er tað 125. Tað merkir eisini, at í veruleikanum eru tað næstan 100 føroyskar kvinnur í miðal, sum fáa fosturtøku um árið, og ikki góðar 30, sum hildið hevur verið.
Ein av fortreytunum fyri at fáa fosturtøku á almennum sjúkrahúsi í Danmark er, at viðkomandi skal vera skrásettur í Danmark. Tað er tískil sannlíkt, at nógvar av kvinnunum, sum koma úr Føroyum, skráseta seg sum búsitandi í Danmark í sambandi við fosturtøkuna, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi