Wayne Rooney, Freddy Adu, Martin Ødegaard og Gianluigi Donnarumma kenna flestu fótbóltsáhuga. Hesir hava allir eitt til felags; nevniliga at teir um 16-17 ára aldur fingu nógv uppmerksemi og fólk høvdu stórar vónir til teir sum fótbóltsleikarar. Sum vera mann bragdaði hjá summum, ímeðan aðrir skjótt vóru gloymdir. The Guardian hevur sett saman ein lista við 60 av teimum størstu stjørnuskotunum úr árgangi 1999.
Tjóðirnar Belgia, Brasilia, Portugal og Spania eru best umboðaðar við trimum stjørnuskotum hvør, í meðan Svøríki hevur tveir ungdómar á listanum, og er harvið besta norðurlendska landið. Kolbeinn Finnsson úr Íslandi og Jens Odgaard úr Danmørk eru eisini slopnir uppí part, ímeðan Noregi onki umboð hevur.
Tíverri er ongin føroyingur sloppin við, men bestu boðini munnu vera Hannes Agnarsson úr B36 sum hevur spælt fleiri dystir í bestu føroysku deildini í ár. Onnur boð kundu verið Aksel Bjartalíð Danielsen úr KÍ, Mórits Heini Mortensen úr NSÍ og Jákup Joensen úr Skála sum allir hava fingið sínar fyrstu dystir í bestu deildini í ár.
Kendasti leikararin á listanum man uttan iva vera italski málverjin Gianluigi Donnarumma úr AC Milan, sum longu spælir sum fastur maður. Ein annar nógv umtalaður er Juan Hernández, ið spælir í næstbestu deildini í Kolumbia, har hann bæði er liðskipari og toppskjútti í deildini.
Franski málverjin Alban Lafont var við til at bjarga felagnum Toulouse frá niðurflyting í fjør, og hevur síðani spælt yvir 30 dystir fyri felagið. Hann var millum annað við í 2-0 sigrinum ímóti PSG í september. Ein annar fransmaður, ið hevur skapa umtalu í seinastuni er Malang Sarr úr Nice. Hann gjørdi ikki mætari enn at skora í fyrsta dysti sínum, og ognaði máli til tey deyðu undir terroratsóknini í Nice fyrr í summar.
Listin hjá The Guardian sær soleiðis út:
Ezequiel Barco, Argentina – Independiente – Framherji – 23. Mars 1999
Maximiliano Romero, Argentina – Vélez – Framherji – 9. Januar 1999
Vahan Bickakhchyan, Armenia – Shirak – Miðvallari – 9. Juli 1999
Sebastian Pasquali, Avstralia – Melbourne Victory – Miðvallari – 7. November 1999
Mile Svilar, Belgia – Anderlecht – Málverji – 27. August 1999
Thibaud Verlinden, Belgia – Stoke City – Vongur – 9. Juli 1999
Indy Boonen, Belgia – Manchester United – Miðvallari – 4. Januar 1999
Nedim Hadzic, Bosnia & Hersegovina – FK Sarajevo – Framherji – 19. Mars 1999
Luiz Fernando, Brasilia – Figueirense – Framherji – 11. Juli 1999
Fabrício Oya, Brasilia – Corinthians – Miðvøllur – 23. Juli 1999
Nicolas Reis Bernardo, Brasilia – Santos – Framherji – 4. Juli 1999
Vladislav Zhikov, Bulgaria – AC Milan – Miðvallari – 18. Januar 1999
Jens Odgaard, Danmørk – Lyngby – Framherji – 13. Mars 1999
Valentino Müller, Eysturríki – Altach – Miðvallari – 19. Januar 1999
Sergei Eremenko, Finnland – Basel – Miðvallari – 6. Januar 1999
Gaoussou Nillmar Sow, Fílabeinsstrondin – ASEC Mimosas – Framherji – 18. Desember 1999
Malang Sarr, Frakland – Nice – Verjuleikari – 23. Januar 1999
Alban Lafont, Frakland – Toulouse – Málverji – 23. Januar 1999
Samuel Atta Mensah, Gana – Wa All Stars – Miðvallari – 12. Oktober 1999
Antonis Stergiakis, Grikkaland – Slavia Sofia – Málverji – 16. Mars 1999
Mohammad Soltani Mehr, Iran – Saipa – Miðvallari – 4. Februar 1999
Gianluca Scamacca, Italia – PSV Eindhoven – Framherji – 1. Januar 1999
Gianluigi Donnarumma, Italia – AC Milan – Málverji – 25. Februar 1999
Kolbeinn Finnsson, Ísland – Groningen – Miðvallari – 25. August 1999
Shunta Nakamura, Japan – Kashiwa Reysol – Framherji – 10. Mai 1999
David Salazar, Kili – O’Higgins – Framherji – 19. Apríl 1999
Shaun Huanhuan, Kina – Beijing Guoan – Framherji – 24. Januar 1999
Juan Camilo Hernández, Kolumbia – Deportivo Pereira – Miðvallari – 22. Apríl 1999
Christian Frydek, Kekkia – Sparta Prag – Miðvallari – 1. Februar 1999
Sékou Koïta, Mali – USC Kita – Framherji – 28. November 1999
Paolo Medina, Meksiko – Real Madrid – Verjuleikari – 28. Mai 1999
Edwin Lara, Meksiko – Pachuca – Verjuleikari – 9. August 1999
Lazar Carevic, Montenegro – OFK Grbalj – Málverji – 16. Mars 1999
Matthijs De Ligt, Niðurlond – Ajax – Verjuleikari – 12. August 1999
Tahith Chong, Niðurlond – Manchester United – Vongur – 4. Desember 1999
Kingsley Michael, Nigeria – FC Abuja – Miðvallari – 26. August 1999
Reiss Nelson, Ongland – Arsenal – Miðvallari – 10. Desember 1999
Dujon Henriques Sterling, Ongland – Chelsea – Verjuleikari – 24. Oktober 1999
Marcelino Ñamandú, Paraguai – Rubio Ñú – Miðvallari – 28. Juli 1999
José Gomes, Portugal – Benfica – Framherji – 8. Apríl – 1999
Domingos Quina, Portugal – West Ham United – Miðvallari – 18. November 1999
Diogo Dalot, Portugal – Porto – Verjuleikari – 18. Mars 1999
Kamil Grabara, Pólland – Liverpool – Málverji – 8. Januar 1999
Vlad Dragomir, Rumenia – Arsenal – Miðvallari – 24 Apríl 1999
Daniil Utkin, Russland – Krasnodar – Miðvallari – 12. Oktober 1999
Dejan Joveljic, Serbia – Red Star Belgrade – Framherji – 7. August 1999
Shungu Dutiro, Suðurafrika – Bidvest Wits – Framherji – 28. Januar 1999
Kim Jung-min, Suðurkorea – Gwangju FC – Miðvallari – 13. November 1999
Alejandro Pozo Pozo, Spania – Sevilla – Vongur – 22. Februar 1999
Manu Morlanes, Spania – Villarreal – Miðvallari – 12. Januar 1999
Brahim Díaz, Spania – Manchester City – Miðvallari – 3. August 1999
Andi Zeqiri, Sveis – Juventus – Framherji – 22. Juni 1999
Joel Asoro, Svøríki – Sunderland – Framherji – 27. Apríl 1999
Alexander Isak, Svøríki – AIK – Striker – 21. September 1999
Sittichok Phaso, Tailand – Chonburi FC – Framherji 28. Januar 1999
Abdulkadir Omur, Turkaland – Trabzonspor – Miðvallari – 25. Juni 1999
Kai Havertz, Týskland – Bayer Leverkusen – Miðvallari – 11 Juni 1999
Arne Maier, Týskland – Hertha Berlin – Miðvallari – 8. Januar 1999
Nick Taitague, USA – Schalke 04 – Miðvallari – 17. Februar 1999
Nicolás Schiappacasse, Uruguai – Atletico Madrid – Framherji – 12. Januar 1999