60 leikarar í sjónleikarhúsinum

Tað eru ikki fáir leikarar, sum í ár fara a standa á palli í Sjónleikarhúsinum í sambandi við Leikhúsjól, ið nú hevur 12 ár á baki.

John Johannessen


- Børnini hava verið ógvuliga fitt og røsk at arbeitt saman við, sigur Hjørdis Johansen, ið saman við Katarinu Johansen hevur leikstjórnað og lagt tiltakið til rættis.


Wiliam Heinesen

og Óli P.

Millum tað, ið framørt verður, er leikurin ?Tá ið Brúsajøkul og Oksakolla fóru í Sjónleikarhusið?. Hesin leikur byggir á persónarnir í bók um Brúsajøkul, ið William Heinesen hevur skrivað og Óli P. gjørt tekningar til.

Hjørdis Johansen hevur tó ikki bert umskrivað søgurnar hjá Wiliami Heinesen til leik, men nýtt eginleikarnar hjá persónunum í søguni til nýggja søgu.

Leikur eftir Marius Johannesen um Lítla Gutta verður eisini á skránni, og ikki at gloyma, verður vættraleikur eisini á skránni.


Duga væl

Hjørdis Johansen metir, at børnini duga stak væl at spæla sjónleik. -Sjálvandi er onkur, ið dettur burturímillum við hvørt, men talan er um sera fáar ferðir, sigur hon.

Leikhúsjólini verða frumsýnd í dag kl. 17.