Leygardagin verður hátíðarhald í Havn í sambandi við, at KFUM skótarnir í Føroyum fylla 75 ár.
Í ár eru tað nevniliga 75 ár síðani KFUM skótarørslan varð sett á stovn í Føroyum og síðani hevur rørslan ment seg til at hann nú er ein felagsskapur við 600 børnum og ungum kring alt landið.
Tað var Palli Thomsen sum gekk á odda at stovna KFUM skótarnar í Gøtu, men tey fyrstu árini vóru føroysku skótarnir ein partur av donsku rørsluni og nevndist ”Føroya División” Men í sekstiárunum slitu føroysku skótarnir sambandið við KFUM Spejderne i Danmark og broyttu navn okkara til KFUM skótarnir í Føroyum.
Síðst í sekstiárunum vóru seks virknir KFUM-skótabólkar runt um í landinum, men síðani øktust talið munandi og í 1988 vóru teir 19 í tali. Í áttatiárunum bar eisini til hjá gentum at verða KFUM skótar Og nú eru 600 KFUM skótar í Føroyum í 10 skótabólkum kring landið. KFUM Skótar eru í Tórshavn, í Kollafirði, í Klaksvík, í Kvívík, í Hvalvík, í Vági, í Fuglafirði, við Løkin í Runavík, í Leirvík, á Húsum,
Ein nýstovnaður bólkur er á Velbaðstað, og heilt skjótt verða KFUM skótarnir á Eiði endurstovnaður KFUM skótarnir í Føroyum eiga og reka Skótadepilin á Selatrað, ið læt upp í 1993. Skótadepilin er kanska mest kendur fyri árligu familjuleguna, ið gevur familjum møguleikan at royna skótalívið í nakrar dagar í fantastiskum umhvørvi.
- Vit royna at skapa eitt umhvørvi har, skótarnir í felag arbeiða saman í patrúljum, um at loysa felags uppgávur, sigur Olga Arnfinnsdóttir hjá
- Vit halda at tað er mennandi, at skótarnir fáa praktiskar uppgávur í skótavirksemininum og soleiðis gera sínar egnu royndir. Tað gevur teimum sjálvsálit og ger teir sjálvbjargnar, leggur hon afturat Føðingardagshaldið hjá skótunum byrjar við almennari gudstænastu í Havnar Kirkju leygardagin klokkan 15, har Uni Næs, dómspróvstur og fyrrverandi skótaleiðari hjá KFUM Skótunum, prædikar og aftaná verður veitsla í KFUM húsinum í Havn, sum eisini er almenn, og har tey vóna at síggja ung sum gomul, skótar sum ikki skótar, sum tey siga.
|