600 ungdómar fara við Norrønu í morgin

Í morgin kl 11 fer Norrøna til Íslands á »Ársins Ungdómstúr 2010«, um reiðaríið kallar túrin.

Tað fara yvir 600 ungdómar úr øllum landinum við Norrønu, tá hon fer til Íslands í morgin klokkan 11.

 

Av Smyril Line siga tey, at nógv undirhald er á skránni, millum annað spæla: DJ-Kato, DJ-Rex, Eyðun & Terji, DJ-Crapman, Eyðun & Neil, DJ-Cool & DJ-Neon.

 

Norrøna steðgar í Íslandi í hálvan annan dag, og komið verður aftur á Havnina hósdagin 1. apríl.

 

- Innskrivingin inn byrjar klokkan átta, og seinasta freist at møta um onkur ynskir at koma við er klokkan 10.00 mánamorgunin, sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line.