63.000 ferðir ígjøgnum Norðoyatunlarnar

Olivar Askham hevur koyrt buss á rutuni millum Klaksvík og Viðareiði síðani 1987. Hesi fimtan árini er tað blivið til einar 63.000 túrar aftur og fram

Olivar hevur givið sær stundir til at práta við Sosialin millum ruturnar. Hann er júst afturkomin til Klaksvíkar eftir at hava verið enn eina ferð á Viðareiði. Júst hvat nummar túrur hesin er, veit hann ikki at siga, men hann greiðir frá, at hann upp gjøgnum árini hevur koyrt einar 14 túrar millum Klaksvík og Viðareiði umleið 300 dagar um árið. Og um ein so roknar tað út, so gevur tað eitt tal, sum eitur 63.000 ferðir í 15 ár.
- Ja, tað skal nokk passa, at tað er blivið til so nógvar túrar. Um eg hevði fingið at vita tað, tá eg byrjaði, so veit eg ikki, hvat eg hevði hugsað. Tí, ímynda tær at fáa at vita, at tú skalt koyra yvir 60.000 ferðir ígjøgnum tunlarnar og eftir Viðareiðisvegnum, áðrenn tú ert liðugur við títt arbeiði. Tað kann ikki verða serliga hugaligt, sigur Olivar og flennir.
Hann sigur, at hann slettis ikki hevur hugsað so nógv um, hvussu ofta hann hevur koyrt ímillum. Tað er hansara arbeiði.
Tað eru hann og sonurin Hans Jon, sum umsita alla busskoyringina í Norðoyggjum.
Tosið, um hvussu mangir túrarnir eru blivnir, byrjaði, tí Askham bussar júst hava keypt ein nýggjan buss til rutuna millum Klaksvík og Viðareiði. Fyri stuttum kom nýggi bussurin til Klaksvíkar, og hann røkir nú hesa rutuna.
- Tað var eisini eitt krav frá Strandferðsluni, tá vit yvirtóku koyringina her norðuri, at ongin bussur skuldi vera yvir tíggju ár. So vit keyptu ein nýggjan buss til rutuna á Kalsoynni fyrr í ár og nú er so tann nýggi bussurin til hesa rutuna eisini komin, sigur Olivar, sum umframt Kalsoyarrutuna og Viðareiðisrutuna eisini hevur rutuna millum Klaksvík og Kunoy. Tað er øll busskoyringin hjá Bygdaleiðum í Norðoyggjum.
Mest skúlabørn
Tey, sum nýta ruturnar hjá Askham bussum mest hesa tíðina á árinum, eru skúlabørnini, sum skulu til Klaksvíkar hvønn dag. Og á Kalsoynni er eisini koyring millum bygdirnar við skúlabørn-um. Um summarið eru nógv ferðafólk ? bæði útlendsk og føroysk.
Við einum skeivum smíli sigur Olivar, at tað eru sera fáir túrar, har bussurin koyrir tómur, men tað eru nógvir, har tað bert eru tvey ella trý fólk við. Og eisini er bara tað eina fólkið við onkuntíð, tá ongi skúlabørn eru.
Hann greiðir frá, at um nakað er galið við bussinum, so er bara at seta eina teldu til bussin, og so sær ein á skíggjanum, um nakað er galið, og hvar tað er.
- Tá vit keyptu bussin, søgdu tey á Volvo í Havn við okkum, at tað skilabesta hjá okkum var, at skaffa eina teldu. Tí so kunna vit eisini samskifta við Volvo á tann hátt.
Trygdin í nýggja bussinum er so nógv betri eisini. Hurðin kann ikki latast upp fyrr enn bussurin stendur stillur.
Olivar sigur, at tað sjálvandi tekur nøkur sekund, tí hann skal standa stillur, men tað er samstundis nógv tryggari fyri ferðafólkini. Serliga skúlabørnini, sum kundu finna upp á at leypa úr bussinum, áðrenn hann var steðgaður, tá tann gamli bussurin koyrdi.
- Tey hava jú somu ferð, sum bussurin. Og tá tey so lenda á vegnum, so detta tey. Tað kom ofta fyri, men ikki longur.
Viðareiðisvegurin er tiltikin vandamikil at koyra eftir ? serliga um veturin. Hann liggur sera ovarlaga og er smalur. Olivar sigur, at píkadekk er tað einasta, hann nýtir um veturin.
- Vit plaga at keypa eitt sett av píkadekkum, tá tann tíðin er komin, og so verður koyrt við teimum til tað ikki er loyvt longur. Tá taka vit so teir píkarnar, sum eru eftir úr og nýta dekkini til oktober, tá tað er tíð at keypa nýggj píkadekk aftur. Á henda hátt nýta vit bert eitt sett av dekkum um árið, kortini, sigur hann.
Teir royndu eina árið lamelldekk. Men Olivar sigur, at tey als ikki vóru egnað til Viðareiðisvegin.
- Tey kunna ikki brúkast til tílíka koyring í hálku og kava, sigur hann púra avgjørdur á málinum.
Hóast tað verður mett at kunna vera vandamikið at koyra eftir Viðareiðisvegnum um veturin, so hevur Olivar ikki verið úti fyri mongum óhappum.
Einaferð feyk tann gamli bussurin, sum hevði motorin aftan, av Viðareiðisvegnum. Tá var hann á veg til Klaksvíkar. Tað var sera hált henda dagin og nógvur vindur.
- Tað var helst hálkan, sum gjørdi, at bussurin feyk so lætt í vindinum henda dagin, sigur Olivar og leggur afturat, at bussar, har motorurin situr har afturi, eru sera lættir framman.
Askham Bussar
Tá Olivar byrjaði at koyra buss í 1985, var tað bert sum avloysari. Seinni í 1987 byrjaði hann so at koyra fast hjá Olafi Joensen, sum átti bussarnar tá. Tá var tað soleiðis, at bussførararnir áttu bussarnar, men Strandferðslan veðhelt fyri teir.
Olivar koyrdi so fyri hann, til í 1999, tá Bygdaleiðir bleiv privatiserað. Tá bjóðaði hann saman við soni sínum Hans Jon upp á koyringina í Norðoyggum eftir mikla umhugsan.
- Eg ivaðist stórliga í, um eg skuldi bjóða. Eg helt tað vera ein ov stórur biti at gloypa, serliga tí Kalsoyggin var við. Eg visti onki um, hvat rutan har yviri kom at kosta, so eg hugsaði nógv um tað, greiðir hann frá.
Men aftan á at hava hugsað væl og longi um tað, og tá so sonurin játtaði at hjálpa pápanum, tók Olivar avgerðina um at bjóða upp á koyringina í Norðoyggjum fyri umleið einum ári síðani. Og tað var byrjanin upp á Askham bussar.
Og hóast Olivar hevur koyrt í 15 ár og hevur verið meira enn 60.000 ferðir í gjøgnum tunlarnir, so kann tað væntast, at hann kemur nógv longri upp í túratalum, tí sáttmálaskeiðið við Strandferðsluna er fimm ár í fyrstu atløgu.
- So fer ein at umhugsa støðuna aftur til ta tíð, sigur Olivar at enda á veg út gjøgnum hurðina. Hann skal enn einaferð koyra norðurum.