Í samband við at pedagogfelagið hevur 30 ára stovningardag í dag, hava starvsfólkini á Dagstovninum við Landavegin sett sín dám á hendan dagin. Tá børnini komu í morgun á stovn, var eitt hjarta fyri hvørt barn sum gongur á stovninum.
Vit vilja við hesum ynskja Føroya Pedagogfelag tillukku við 30 ára degnum, siga børn og starvsfólk á Dagstovninum við Landavegin.