Talið á fátækum børnum í Danmark er nógv vaksið. Nýggj tøl vísa, at talið vaks heili 51 prosent í árunum frá 2002 til 2009, og at í dag eru næstan 65.000 donsk børn, sum liva í fátækradømi. Tey, sum hava kannað hagtølini, siga, at ein meginorsøk til ta skeivu gongdina er, at nógvar almennar veitingar eru skerdar tey seinnu árini.
Formaðurin í Børnerådet, Lisbeth Zornig Andersen, vil hava stjórnina at endurskoða summar av veitingunum, tí skerjingarnar raka ofta børnini - ikki minst sosialt, sigur hon.
Hagtølini vísa, at fátækradømið millum børn er vaksið serliga nógv í útjaðaranum av landinum og í teimum stóru býunum. Ringast er á Lollandi, har 9,4 prosent av børnunum liva í fátækradømi. Næstringast er í Keypmannahavn.
Einki alment fátækramark er í Danmark, og tølini byggja tí á fátækramarkið hjá OECD.