65.000 fylgja Rannvá á Instagram

38 ára gamla Rannvá Joensen starvast á flogvøllinum og sum fríyrkis myndafólk og ferðaleiðari. Hon tekur landskapsmyndir, og á Instagram hevur hon 65.000 fylgjarar

– Mín áhugi fyri myndatøku byrjaði, tá eg fór listaskúla og síðan á filmskúla. Tað føroyska veðrið er sera avbjóðandi, og so hava vit eisini eina heilt serstaka náttúru. Eg kann taka myndir av øllum møguligum, men mær dámar best landskapsmyndir, sigur Rannvá Joensen úr Hoyvík.

– Tað hevur tikið nøkur ár at fáa 65:000 fylgjarar. Eg leggi nógva orku í mín vanga, og hann skal helst røkjast hvønn dag, um eg vil fáa fleiri fylgjarar. Fylgjarskarðin vaksur eisini, tá eg ferðist og leggi út frá støðunum, eg vitji, sigur hon.

##med2##

– Mín best umtókta mynd er tykin ávegis til Víkar har vestri í Váginum. Hon er rokkin út til umleið 98.000 Instagram brúkarar, so tað er bara heilt stuttligt at síggja, sigur Rannvá Joensen.

Henni dámar væl, at tað eru so mong, sum fyglja við í tí, sum hon leggur út. Tey flestu eru útlendingar, sum hava áhuga í Føroyum.

– Ofta fara tey inn á mín vanga at fáa íblástur til, hvat tey kunnu gera, tá ið tey koma til Føroyar. Eg fái fleiri ymiskar fyrispurningar um alt frá, hvat er eitt "must" at síggja í Føroyum, til hvar best er at gista ella eta. Onkuntíð kann tað kennast, sum eg eri ein kunningarstova, sigur hon skemtiliga.

– Eg hugsi tó eisini eitt sindur um, hvat eg leggi út bæði á mín vanga og á mínar stories, tí eg vil fegin vera ein góð fyrimynd, og tað er tí sera umráðandi ikki at leggja nakað út, sum kann skaða onnur ella nattúruna, greiðir hon frá.


Instagram gevur arbeiði
– Sjálv haldi eg, at Instagram er tann besti miðilin í løtuni, at vísa myndirnar fram á. Tað gevur mær nógv fríyrkis arbeiði fyri fyritøkur her heima og uttanlands. Tí havi eg valt at gjørt mín vanga almennan. Eg havi eitt stórt ynski um at arbeiða fulla tíð sum fotograf, og eg vóni, at Instagram kann gera hetta til veruleika.


Til ber at síggja Instagram vanga hennara her