Í apríl mánaða var talið av løntakarum í Føroyum 26.548. Um somu tíð í fjør vóru 25.859 løntakarar, so hetta er ein vøkstur við 689 løntakarum.
Tølini fyri løntakarar fyri bæði kyn vísa, at tað eru 1.110 fleiri mannligir løntakarar. Tað eru 13.779 mannfólk og 12.769 konufólk.
Tá tosað verður um løntakara, eru tað persónar millum 16 og 74 ár, sum fáa A-inntøku og hava verið búsitandi í Føroyum, tá lønin er blivin útgoldin. Lønin skal í minsta lagi svara til eina dagsløn um mánaðin, og tað er óansæð, um lønargjaldarin er føroysk ella útlendsk fyritøka.
Fleiri tøl og nærri greiningar eru tøk í Hagtalsgrunninum hjá Hagtstovu Føroya.