7.000 fólk vitja framsýningina hjá kvøldskúlanum

KVØLDSKÚLI: Í morgin og sunnudagin ? pálmasunnudag, skipar Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli fyri árligu framsýningini, har fólk, ið hava gingið á handaligu linjum kvøldskúlans, sýna fram tað, tey hava gjørt hendan veturin.

 

Hetta er 26. ferðin, at kvøldskúlin í Havn skipar fyri framsýning á henda hátt.

? Kvøldskúlin er eldri enn so, men tað var í 1975, at vit fóru undir hetta slagið av framsýning, sum fyrstu tíðina var á Læraraskúlanum. Síðani Eysturskúlin kom, hevur framsýningin verið har, sigur Napoleon Nólsoy, leiðari skúlans.

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur fleiri enn teir umleið 70 handaligu flokkarnar. Tilsamans hevur skúlin um 275 flokkar. Í skúlanum ganga um 3.000 næmingar, sum halda til á 36 ymiskum støðum í Havnini. Lærararnir eru 170 í tali.

Av handaligu lærugreinunum kann nevnast, at skúlin skipar fyri undirvísing í seyming, smíð, bókbinding, maskinbinding, vevnaði. Eisini hevur kvøldskúlin ein listarskúla, Tórshavnar Listarskúla, sum heldur til í gomlu húsunum hjá Kaj Petersen í Kongagøtu 7 í Havn. Har verður undirvíst í ymsum listarligum greinum, so sum modelltekning, máling, fotolæru, videolæru o. ø..

Í vóru um 7.000 fólk og vitjaðu framsýningina, sum er vorðin fastur táttur vikuskiftið fyri páskir.