7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu við hesum navni. Men navnið er einaferð komið í álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta úr Vadstena í Svøríki (1302-1373).
Ein halgisøga sigur, at Pippingur (abbi Karlamagnus) vildi hava Amaliu til hjákonu, men hon vildi ikki játtast honum og gav seg í kleystur, har hon doyði í 772. Navnið er kanska gotiskt, og merkir íðin.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Tveir fyrrverandi løgtings- og landsstýrismenn hava føðingardag í dag:
John Johannessen verður 40 ár
Tórbjørn Jacobsen verður 62 ár
Maðurin sum skal verja málið hjá fótbóltslandsliðnum í kvøld hevur eisini føðingardag.
Gunnar Nielsen fyllir 31 ár í dag.
Av enn gitnari monnum úti í heimi, sum hava føðingardag í dag, kunnu vit nevna:
Vlademir Putin, forseti Russlands, fyllir 65 ár í dag
Desmond Tutu, erkabiskupur í Suðurafrika, sum fekk Nobelfriðarheiðurslønina, fyllir 86 ár í dag
Danski atomfysikarin, Niels Bohr, varð føddur hendan dagin í 1885. Hann doyði í 1962.