Ein 70 ára gamal maður er fríkendur fyri at hava sett eld á almenna vesið á Mylnugøtu í Havn leygardagin 9. november í 2024. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var til staðar, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti.
Maðurin var ákærdur fyri at hava sett eld á ein serviett og tveitt hann í eina ruskspann á kvinnuvesinum. Sjálvur noktaði hann seg sekan og greiddi frá, at hann hevði varnast eldin, tá hann kom framvið, og síðani ringt 112.
Ein av høvuðsspurningunum í rættarmálinum var, hvat maðurin hevði sagt undir fyrstu avhoyringini hjá løgregluni. Í løgreglufrágreiðingini stóð, at hann hevði játtað, men hetta avvísti hann í rættinum. Verjin vísti eisini á, at maðurin hvørki hevði lisið ella undirskrivað frágreiðingina eftir avhoyringina.
Ákæruvaldið legði harumframt eina vakmyndaupptøku fram, sum vísti, at maðurin hevði verið í Vágsbotni um tað mundið, tá eldur varð settur á. Sambært ákæruvaldinum stuðlaðu upptøkan, løgreglufrágreiðingin og ósamsvar í frágreiðingunum hjá manninum undir ákæruna.
Verjin helt hinvegin, at einki prógv var fyri, at maðurin hevði verið inni á vesinum, áðrenn eldurin varð uppdagaður. Upptøkan kundi sambært verjanum eisini samsvara við frágreiðingina hjá manninum um, hvar hann hevði verið hendan dagin.
Ákæruvaldið kravdi níggju mánaðir fongsul. Harumframt hevði Betri Trygging sett fram eitt endurgjaldskrav á umleið 1,25 milliónir krónur.
Føroya Rættur metti kortini ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at tað var maðurin, sum setti eld á. Hann varð tí fríkendur.
Stórur skaði stóðst av eldinum, og pisshúsið hevur verið stongt síðani. Í summar varð farið undir arbeiðið at byggja eitt nýtt pisshús í Mylnugøtu. Tað verður bygt við síðuna av verandi pisshúsið, har sum ein transformatorstøð hjá SEV stendur. Hon verður flutt har, sum pisshúsið var. Av tí at trappur eru til pisshúsið úr tveimum ættum, hevur býráðið valt at gera nýggja wc á veghædd beint við síðuna av Hotel Tórshavn. Úr erva – framman fyri ráðhúsið, verður lyfta niður til pisshúsið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















