John Ternus tók við sum stjóri í Apple 1. september. Mikukvøldið legði hann nýggju Apple-vørurnar fram, teirra millum fyrstu samanleggiligu iPhone-telefonina. Mynd: Carlos Barria/Reuters

Apple við fyrstu iPhone sum kann leggjast saman

Nýggja iPhone Duo kann leggjast saman sum eitt pass og verður tann tynsta telefonin hjá Apple, tá hon er latin upp. Prísurin byrjar um 18.000 krónur.

John Ternus tók við sum stjóri í Apple 1. september. Mikukvøldið legði hann nýggju Apple-vørurnar fram, teirra millum fyrstu samanleggiligu iPhone-telefonina. Mynd: Carlos Barria/Reuters

Apple legði í gjárkvøldið sína fyrstu faldtelefon – eina telefon, sum kann leggjast saman – fram

 

Nýggi stjórin í Apple, John Ternus, legði telefonina fram á árliga tiltakinum hjá tøknirisanum í Cupertino í Kalifornia.

 

Fleiri kappingarneytar, teirra millum Samsung og Huawei, hava longu samanleggiligar telefonir á marknaðinum. Samsung var fyrsti stóri framleiðarin, sum setti eina faldsnildtelefon á marknaðin. Tað var Galaxy Fold í 2019.

 

Sambært John Ternus hevur Apple lagt dent á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir, ið eru settar saman. Hon skal í staðin vera líka natúrlig og einføld at brúka sum ein iPad.

 

Tá iPhone Duo er samanløgd, er hon á stødd við eitt pass og hevur avrundað horn. Uttaná er ein skíggi, sum kann brúkast sum á einari vanligari telefon. Tá hon verður latin upp, kemur ein størri innari skíggi til sjóndar.

 

Innari skíggin er 7,6 tummar, meðan skíggin uttaná er 5,4 tummar. Telefonin hevur eisini fleiri myndatól og kann brúkast saman við Apple Pencil. Tá hon er latin upp, er hon tann tynsta telefonin, sum Apple hevur framleitt.

 

Sambært donsku heimasíðuni hjá Apple kemur iPhone Duo á marknaðin í Danmark 23. oktober. Prísurin byrjar um 18.000 krónur.

 

Apple legði eisini nýggju iPhone 18 Pro og iPhone 18 Pro Max fram, umframt nýggjar útgávur av Apple Watch.

 

Samanleggiligar telefonir eru framvegis bara ein lítil partur av samlaða heimsmarknaðinum fyri snildtelefonir. Apple kemur tí inn á ein marknað, har aðrir framleiðarar hava verið í fleiri ár, men har sølan enn er avmarkað.

 

Samstundis hevur vaksandi eftirspurningurin eftir sterkum teldulutum til vitlíki skapt fløskuhálsar í veitingarketunum og trýst prísirnar uppeftir.

 

Greiningarfyritøkan IDC væntar sambært AFP, at heimsumfatandi veitingarnar av snildtelefonum fara at minka meira enn 16 prosent í ár, meðan miðalprísurin fer at hækka meira enn 27 prosent.

 

/Ritzau/

 

Myndatekstur: John Ternus tók við sum stjóri í Apple 1. september. Mikukvøldið legði hann fyrstu samanleggiligu telefonina hjá felagnum, iPhone Duo, fram.

 

Mynd: Carlos Barria/Reuters

 

John Ternus tók við sum stjóri í Apple 1. september. Mikukvøldið legði hann nýggju Apple-vørurnar fram, teirra millum fyrstu samanleggiligu iPhone-telefonina. Mynd: Carlos Barria/Reuters