70 fyritøkur eru við á Faroexpo

Føroysku veitararnir eru umleið 50 í tali, og síðan eru umleið 20 útlendskar fyritøkur við.

Hetta verður fyrstu ferð, at Faroexpo-vinnustevnan verður frá mikudegi, tá móttøka - ella get-together - verður á Bókasavninum við Løkin til á middegi fríggjadag, tá vinnustevnan endar í ítróttarhøllini á Skála, og almenna ráðstevnan byrjar klokkan 13 í Løkshøll.

 

At partneriatið í ár verður í ítróttarhøllini á Skála, er tí, at ítróttarhøllini í Runavík ikki er tøk, tá umfatandi bygging fer fram her við nýggjari fimleikarhøll. Sjálvt partneriatið verður allan hósdagin og til á middegi fríggjadagin.

 

Tað verður fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, sum næsta hósmorgun fer at seta Faroexpo 2013.

 

Rannvá Troest, verkætlanarleiðari hjá Virkisráðgevingini (VRG) sigur, at umleið 70 fyritøkur, 50 føroyskar og 20 útlendskar úr eitt nú Íslandi, Danmark, Noreg og onkur einstøk úr Bretlandi, verða við á vinnustevnuni í ár.

 

Føroysku veitararnir umboða eitt nú fiski-og alivinnu, oljuvinnu og tænastuvinnu.