70 milliónir afturat til íløgur

Undirskotið á fíggjarlógini verður 235 milliónir krónur næsta ár. Tað eru góðar 70 milliónir krónur meira enn higartil ætlað.

- Vit brúka fleiri pengar til íløgur, fyri á tann hátt at seta ferð á búskapin, sigur Jørgen Niclasen, landssstýrismaður í fíggjarmálum, sum fyrrpartin legði fram fíggjarkarmarnar fyri næstu fimm árini.

Sambært fíggjarkørmunum verða íløgurnar næsta ár 323 milliónir krónur. Flestu pengarnir fara til Marknagilsdepilin, Viðareiðistunnil og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum.

Hóast hækkandi íløgukarm hevur landsstýrið ikki mist vónina um yvirskot á fíggjarlógini í 2016.

Sambært fíggjarkørmunum verður gongdin hendan:

2014: 235 milliónir í undirskoti

2015: 168 milliónir í undirskoti

2016: 3 milliónir í yvirskoti

Landsstýrið ætlar at krevja inn 145 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiski- og alivinnuni næsta ár.

Málið hjá Sambandsflokkinum um fleiri pengar úr Danmark er tó slept.

- Vit fara til samráðingar við donsku stjórnina um at prístalsviðgera ríkisveitingina næstu trý árini, sigur Jørgen Niclasen.

Tað merkir á vanligum føroyskum, at ríkisveitingin hækkar eini 8-10 milliónir krónur um árið, næstu trý árini.