700 fólk á stevnu í Hesti

Tað var turt í veðrinum, men lotið var eitt sindur kalt, tá ið hestfólk bjóðaðu til stevnu í Hesti leygardagin. Vakra bygdin við sínum sermerkta malagróti omanfyri havnalagið, var snøgg og veitsluskrýdd, og fólk vóru vinarlig og blíð, tá ið tú stakk inn á gólvið

Útoyggjastevna

Leygardagin helt Útoyggjafelagið sín triðja aðalfund, sum hesaferð varð hildin í Hesti.
Eins og undanfarin ár, varð aftur í ár skipað fyri stevnu í samband við fundin.
Sosialurin var við í Hesti, og í vikuni fara vit at gera nógv burtur úr degnum og ymisku tiltøkunum, sum vóru á skránni.
Umframt at umrøða sjálvan aðalfundin, fara vit at umrøða setanina, har Sanna Silvurstein, útoyggjaumboð í Hesti, beyð vælkomin, og Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, setti stevnuna. Aftaná sang Sólarmagnkórið av Velbastað nakrar vakrar sangir.
Vit fara eisini at gera nógv burtur úr tí, sum søgufróði, Pól á Kletti, ið hevur sínar røtur í Hesti, segði við minnisvarðan í bygdini hendan dagin. Minnisvarðin er reistur yvir teir, sum doyðu á sjónum og teir, sum fórust í bjørgunum. Tað eru júst 100 ár millum fyrstu nøvnini á minnisvarðanum og tey seinastu.
Á skránni hendan dagin vóru ymisk tiltøk, bæði fyri børn og vaksin, og skipað varð eisini fyri matsølu, har tú kundi keypa breyð við føroyskum viðskera, eins og tú kundi keypa bakkar við grind, spiki, turrum fiski og køldum eplum. Á havnalagnum fekst eisini vælsmakkandi suppa úr stóru grítuni hjá Birgiri Enni.
Umframt vanligu stevnutiltøkini, kundi tú eisini fara út í Koltur saman við Bjørn Patursson og familjuni, og skipað varð fyri gongutúri niðan á oynna í Hesti.
Høvið var eisini hjá fólki at vitja kirkjuna.
Uppi á skúlaloftinum hingu tvær framsýninar,
sum lýsa gomlu tíðina. Onnur var ein myndafrásøgn um eitt neytakonugildi í bygdini, og hin lýsti stóra fólkafundin í Hesti fyri júst sjeyti árum síðan. Henda dagin í 1934, sum var ein av bestu summardøgum, ið fólk vita um at siga, var eisini gudstænasta í túninum í bygdini, har Jákup Dahl talaði.
Vit fara at gera burtur úr hesum degnum fyri sjeyti árum síðan, tá ið mett verður, at eini 1500 fólk úr stórum parti av landinum høvdu leitað sær út í Hest.
Útoyggjastevnurnar, sum áður eru hildnar í Skúvoy og á Kalsoynni, vórðu væl vitjaðar, og soleiðis var eisini við stevnuni í Hesti leygardagin.
Á veg úr aftur Hesti leygarkvøldið, metti Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum, at Norðlýsið og Teistin - umframt aðrir bátar, sum sigldu ímillum - høvdu flutt eini 700 fólk út í Hest hendan dagin.
Seinast á skránni hetta stevnukvøld var dansur við bólkinum, Twilight.