700 funnin aftur á lívi

Myndugleikarnir í Taiwan stúrdu fyri, at 700 fólk vóru deyð í einum stórum skriðulopi, men nú eru øll funnin aftur á lívi. Sambært bjargingartænastuni vóru tey 700 rýmd úr bygdini Heian Lin, sum er har norðuri í landinum, áðrenn skriðan leyp. Tað bjargaði teimum.

Tropiska ódnin Morakot hevði óvanliga nógv regn við sær, tá hon herjaði Taiwan, og tað nógva vatnið elvdi til vatnflóð og nógv skriðulop. Sambært tíðindastovunum hevur ódnin kravt 66 mannalív í Taiwan, og 61 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Morakot herjaði eisini Filipsoyggjarnar, Japan og Kina, har hon kravdi ávikavist 23, 13 og seks mannalív.