Tað segði marknastjórin, Tom Homan, í dag.
Sambært tíðindastovuni AP eru í løtuni mettir at vera 3.000 samveldis løgreglufólk í statinum, sum hevur verið miðdepil fyri mótmælisgongum og spenningum um samveldisátøkini móti tilflyting.
Sambært Homan eru løgreglumenninir tiknir aftur, tí Trump-stjórnin nú sær størri samstarv frá lokalum myndugleikum.
– Lat meg vera greiðan: Trump forseti fer at fremja hópflytingar í hesum skeiðnum, segði Homan á tíðindafundi sambært tíðindastovuni Reuters.
/Ritzau/











