700 skúlanæmingar skulu spyrjast um náttúrufak og tøkni

Nýggj granskingarverkætlan, sum er stuðlað av Novo-grunninum, skal fáa fram í ljós áhugan hjá ungum í Føroyum, Grønlandi og Danmark fyri náttúrufakum og tøkni

 

Umleið 700 føroyskir fólkaskúlanæmingar skulu nú spyrjast um teirra áhuga fyri náttúrufakum og tøkni.

 

Fram til 2028 fara granskarar í Føroyum, Danmark og Grønlandi í samstarvi at savna saman og greina dátur um áhuga, meiningar og framtíðarætlanir, sum skúlanæmingar frá 14 til 16 ár hava, tá talan er um náttúrufak og tøkni.

 

Verkætlanin, sum eitur ROSES - The Relevance og Science Education - Second, hevur fingið 4,875 milliónir krónur í stuðli frá NOVO-grunninum og er annað stig í verkætlanini ROSE frá 2003, sum Danmark luttók í. Tá vórðu dátur fingnar til vega úr 40 ymsum londum, og nú seinna verkætlanarstig verður sett í verk, verður talan um 50 ymisk lond.

 

Føroyar luttóku ikki formliga í fyrsta parti av verkætlanini, men nú verða bæði Føroyar og Grønland við frá byrjan.

 

- Hóast vit ikki formliga vóru við í upprunaligu ROSE-kanningini tá, so svaraðu okkara fólkaskúlanæmingar og lærarar kortini spurningunum nøkur ár seinni, sigur Erla Olsen, lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Tað var hon, sum stóð fyri upprunaligu kanningini tá, og tað verður eisini hon, sum kemur at leiða føroyska partin av kanningini nú.

 

- Svarini tá vístu ein munandi kynsmun í áhuganum fyri náttúrufakligum evnum, serliga viðvíkjandi alis- og evnafrøði og tøkni. Eisini vístu svarini, at næmingarnir mangan høvdu størri náttúrufakligan áhuga enn tey læraralesandi, sigur hon.

 

- Við nýggju kanningini gleða vit okkum til at kunna greina, hvussu hesir munirnir síggja út nú, og hvørji tiltøk kanska kunnu fremja náttúrufakini í skúlunum, sigur Erla Olsen. 

 

Verkætlanarleiðari er Anders Vestergaard Thomsen, sum er lektari á Professiónsháskúlanum Absalon í Danmark.

 

- Tað verður áhugavert at síggja, hvussu gongdin hevur verið síðani fyrstu ROSE-kanningina, tá tað gjørdist greitt, at sera stórir munir vóru á, hvat ung hildu um náttúrufak. Tá søgdu mong, at náttúrufak hava týdning, men "ikki eru nakað fyri meg", og stórir munir vóru millum kynini. Við at samanbera kanningarnar báðar kunnu vit fáa fram í ljós, um átøkini fyri at fremja áhugan fyri náttúruvísindum og tøkni hava riggað, ella um vit skulu endurhugsa undirvísingina, sigur Anders Vestergaard.

 

Eisini í Grønlandi gleða tey seg til at fáa nýggjar dátur, sum kunnu upplýsa evnið um hugburðin hjá ungum til náttúrufakini.

 

- Vit vóna, at kanningin gevur okkum vitan um, hvussu vit møguliga skulu tillaga læruætlanir og kanska eisini undirvísingina á læraraútbúgvingini, sigur Lars O. Demant-Poort, sum er lektari á universitetinum í Grønlandi.

 

ROSE og ROSES er ætlað sum uppískoyti og sum mótspæl til altjóða kanningar so sum t.d. PISA og TIMMS, har ROSE og ROSES leggur dent á, hvat næmingarnir halda, og hvørji virði og áhugamál teir hava, heldur enn teirra avrik, sum hinar kanningarnar leggja stóran dent á.

 

Spurningarnir, sum næmingarnir fara at fáa komandi tíðina, byggja á upprunaligu ROSE-spurningarnar, so til ber at gera samanberingar, men eru tó tillagaðir nútíðina. Talan er um 250 spurningar, sum eisini fevna um klimabroytingar, burðardygga menning og sosialar/talgildar miðlar.

 

Umleið 700 næmingar í Føroyum fara at verða spurdir, einir 800 í Grønlandi og 1000 í Danmark.

 

Farið verður undir at savna dáturnar saman í 2026, og ætlanin er, at úrslitini skulu leggbjast fram á altjóða NARST- og ESERA-ráðstevnunum í 2027.