Koyrdi við ov stórum viðfestisvogni

Ein bilførari var í gjár tikin fyri at koyra við ov stórum viðfestisvogni

Í gjár steðgaði løgreglan einum bilførara í Klaksvík, sum koyrdi við ov stórum viðfestisvogni. 

Vaktleiðarin á politistøðini vísir á, at tað lógin á økinum er eitt sindur fløkt. Tí tú skal tryggja tær, at bilurin er góðkendur til viðfestisvognin, at bremsur o. a. er í lagi, og at vognurin ikki er ov stórur til koyrikortið, tú hevur.

Vanlga koyrikortið er galdani, um hevur viðfestisvogn undir 750 kg. Fer hann upp um tað, so krevst eitt BE koyrikort, sum er koyrikort at koyra við tyngri viðfestisvogni. Tað kann vera ein stórur kampingvongur, ein bátavognur ella ein hestatransportari.

Bilførarin, sum í gjár varð skuldsettur, koyrdi við einum ov stórum viðfestisvogni, sum hann ikki hevði koyrikort til.

Í gjár tók løgreglan ein person fyri at koyra við motorsúkklu í Vágum, sum ikki var skrásett. Talan var um eina sonevnda banacross, sum ikki hevði nummarplátu. Og tá hevur tú ikki lov at koyra á alfara veg, tí tað er súkklan ikki tryggjað.