700 ung merktu mørk

Nú lækkar "Vika sex" ímóti endanum á hesum sinni

Nú lækkar "Vika sex" ímóti endanum á hesum sinni. Eini 700 næmingar frá yrkis- og miðnámsskúlunum og næmingar frá Húsarhaldsskúla Føroya hava fingið høvi at luttaka á tiltakinum.

 

Tiltakið byrjaði við, at Persson & Dahl framførdu sera áhugaverdar, hugvekjandi og til tíðir ágangandi leikir fyri næmingunum. Leikirnir vóru sera væl uppsettir, skilt á tann hátt, at áskoðararnir ikki vistu, um tað var leikur, ella um tað var veruligt og aftaná leikirnar, settu leikararnir spurnartekn við, hvørji mørk verða bjóðað av.

 

Við loyniupptøkum høvdu leikararnir eisini bjóðað føroyinginum av, fyri at finna út av, hvussu langt út um mark, tað ber til at fara. Spurnartekn varð sett við, um vit eru tolin, tá ið tað kemur til happing og ágang bæði hjá okkum sjálvum og øðrum.

 

Fyriskipararnir av "Vika sex" eru Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!.