725 jólagestir við Norrønu

Tað eru 725 jólagestir umborð á Norrønu, sum kemur til Føroyar beinleiðis úr Esbjerg.

Norrøna fór úr Esbjerg kl. 17 seinnapartin í gjár. Veðrið er hampuligt, tað sær eisini út til, at veðrið fer at halda sær, tá Norrøna fer at nærkast Føroyum, ættin verður mest sunnan í nátt og tíðliga í morgin, vindferðin fer at liggja um 8 m/sek.

Ætlandi verður Norrøna á Havnini tollaksmessumorgun kl. 8:00, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Smyril-Line.

Norrøna verður liggjandi á Havnini til nýggjársdag, tá verður silgt til Danmarkar, fráferðin úr Havn verður kl. 17:00.