Iran fer ikki til samráðingar um vápnahvíld við Ísrael so leingi, sum landið verður álopið.
Tað hava umboð fyri Iran latið semingsfólk í Qatar og Oman vita.
Hesi tíðindi ber Reuters í kvøld.
Aftur í dag hava londini lopið á hvørt annað, og í kvøld bendir einki á, at krígsstøðan millum Iran og Ísrael verður avblást í eini handavend.
Iranskir myndugleikar upplýsa eisini í kvøld, at loftrúmið yvir Iran fyribils verður stongt fram til í morgin klokkan 14.
Hetta veit iranska tíðindastovan Mehr at siga í kvøld.